Vinna

Bjarginarbátarnir hava úr at gera

Brimil og Tjaldrið liggja bæði í løtuni..

2026-08-30 19:21 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

26. august fekk ein smábátur maskinbrek í Nólsoyarfirði. Arbeiðsbáturin hjá Tjaldrinum sleipaði bátin til lands.

27. august hevði ein trolari brúk fyri sleipi. Av tí at hvørki Brimil ella Tjaldrið kundu hjálpa, so sleipaði partrolarin hin til lands. Ziska hjálpti til, at fáa hann til bryggju.

28. august fekk ein smábátur maskintrupuleikar við alibrúkið á Gulanum, rescue Jens sleipaði bátin á Havnina.

Í gjár var ein bátur steðgaður upp norður úr Barðinum. Rescue Vón sleipaði bátin til Vestmannar.

Aftur í dag hevur rescue Vón sleipað ein bát. Ein bátur fekk maskinbrek norður úr Tjørnuvíkarstakkið. Vón sleipaði bátin til Haldórsvíkar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder