2025-09-06 07:04

Birita og Vesturbúgvin komu á Tvøroyri í nátt við 250 tonsum av makreli hvør, sum teir skulu landa til Varðan Pelagic, teir hava fiskað í altjóða sjógvi norðanfyri.
Vesturbúgvin hevur partrolað saman við Vesturvarða, men Vesturbúgvin hevur tikið makrelin inn.
Í løtuni landar Gøtunes, Birita og Vesturbúgvin landa aftaná Gøtunes.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald