
Nevndin í Starvsfelagnum hevur á nevndarfundi í dag skipað seg við Biritu Fritleifsdóttir Kjærbæk sum næstforkvinnu. Nevndin er sostatt óbroytt eftir aðalfundin, sum var 1. mars, har tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Sessirnir hjá Hildigerð Djurhuus og Hergeir Staksberg skuldu veljast, og tey bæði vórðu afturvald uttan mótvalevni.
Nevndin er mannað við Súna Selfoss, formanni, Biritu Fritleifsdóttir Kjærbæk, næstforkvinnu, Borgný Mohr, Hildigerð Djurhuus og Hergeir Staksberg, nevndarlimir.
Tveir tiltakslimir vórðu eisini valdir á aðalfundinum. Fyrsti tiltakslimur er Bjørg Jacobsen og næsti tiltakslimur er Maud Karbech Mouritsen. Bjørg og Maud eru sum tiltakslimir til reiðar at taka sæti í nevndini, um nevndarlimir fara frá í ótíð ella fara í longri farloyvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald