Politikkur

Billeigufeløgini heita staðiliga á fakfeløgini í verkfallinum um at geva billeigufeløgunum undantak

Ferðavinnan er ein umráðandi partur av føroyska inntøkugrundarlagnum, og eftir eitt langt tíðarskeið við heimsumfatandi farsótt, er gongd endiliga komin á ferðavinnuna í Føroyum aftur.

2024-05-28 17:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Billeigufeløgini heita staðiliga á fakfeløgini í verkfallinum um at geva billeigufeløgunum undantak at keypa brennievni til leigubilarnar til ferðafólk, sum koma til landið.

Billeigufeløgini verða sera hart rakt av konfliktini millum partarnar, tí tað ikki er møguligt at fáa brennievni á leigubilarnar, hetta enntá í hásesong hjá ferðavinnuni.

Sárini eftir farsóttina eru ikki lekt enn, og um verkfallið rakar hesa vinnuna meira enn hon longu hevur gjørt, er stórur vandi fyri, at feløgini ikki hóra undan.

At halda ferðafólki í Føroyum sum gísla í einum lokalum stríði millum arbeiðsgevarar og arbeiðstakarar sendir eitt vánaligt signal til ferðandi í Føroyum og kann føra til óbótaligan skaða í framtíðini.

Vegna billeigufeløgini:


Arctic

RentYourCar

Enterprise

Carrent

62N

PHD Rental

Come North

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder