
Harðskapur móti eldri kann koma til sjóndar á ymiskan hátt; talan kann vera um sálarligan, likamligan, kynsligan, materiellan, fíggjarligan og talgildan harðskap, umframt manglandi umsorgan og hjálp.
Vit liva í einum góðum og tryggum samfelagi við einum vælskipaðum almannaverki og dugnaligum heilsustarvsfólki, ið taka sær av teimum eldru. Eisini eru familjubondini í Føroyum sterk.
Tó kunnu ábøtur gerast fyri at tryggja, at allir borgarar liva eitt so gott, trygt og virðiligt lív sum gjørligt. Ein møgulig loysn er at seta eina sonevnda eldraverju í verk – ein skipan, har til ber at boða frá harðskapi móti eldri borgarum og fáa neyðuga hjálp og vegleiðing.
Manglandi hagtøl og ábendingar um trupulleikan
Í grannalondunum vísa kanningar, at umleið 3-5% av teimum eldru verða fyri ágangi av ymsum slagi. Harðskapur kann fara fram bæði í privatum heimum og á stovnum, og fíggjarligur harðskapur er ein tann mest vanliga brotsgerðin. Vanliga verður harðskapurin framdur av familjulimum ella øðrum, sum tann eldri er bundin at í gerandisdegnum, og hetta ger tað torført hjá teimum eldru at boða frá.
Í Føroyum eru eingi greið hagtøl um støðuna, men tað finnast ábendingar um, at trupulleikin eisini er til her. Í einum fyrispurningi (SS-002/23) upplýsti Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, at Kvinnuhúsið í 2023 fekk fimm áheitanir frá eldri ella avvarðandi, sum søgdu seg vera fyri harðskapi. Kommunurnar hava somuleiðis boðað frá, at eldraøkini onkuntíð síggja ágang móti eldri, tó at hetta verður sagt at vera sjáldsamt.
Ein eldraverja kann lofta trupulleikanum
Ein eldraverja hevði tryggjað, at fólk í pensjónsaldri, sum eru fyri ágangi, fáa neyðuga ráðgeving, vegleiðing og hjálp. Avvarðandi ella onnur, sum hava illgruna um harðskap, kundu eisini vent sær til eldraverjuna.
Harumframt kundi ein slík skipan tryggjað, at tey eldru fáa øll síni rættindi og alla ta hjálp, tey hava krav uppá, uttan óneyðugt stríð.
Eldraverjan skal vera ókeypis fyri brúkaran, so allir borgarar hava somu møguleikar at fáa hjálp. Tað hevði eisini verið ein fyrimunur, um til ber at boða frá dulnevnt fyri at verja tey, ið vísa á trupulleikan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald