Politikkur

Betri rakstrargrundarlag til smáu aktørarnar í uppsjóvarvinnuni

Erhard Jacobsen spr Dennis Holm um betri rakstrargrundarlag til smáu aktørar ar í uppisjóvarvinnuni.

2023-04-29 10:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Betri rakstrargrundarlag til smáu aktørarnar í uppsjóvarvinnuni

 

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini

 

Spyrjari:  Erhard Joensen, løgtingsmaður

 

Svarari:  Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum

 

Evni:  Betri rakstrargrundarlag til smáu aktørarnar í uppsjóvarvinnuni

 

Spurningar: 

 

  1. Hvussu gongur við at fáa lagt kvoturnar um til egnar árskvotur sambært § 49, stk. 4, í løgtingslógini um sjófeingi - nær kann væntast ein loysn?


  1. Hvussu gongur við endurskoðanini av reglunum í sjófeingislógini fyri antitrust til tess at forða fyri, at virðini og vinnumøguleikarnir savnast á ov fáum hondum - nær kann væntast ein loysn?


Viðmerkingar:

Tað kann upplýsast, at umsøkjarar í uppsjóvarvinnuni hava bíðað síðan hálvan januar í ár eftir at fáa lagt kvoturnar um til egnar árskvotur sambært § 49, stk. 4, í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 89 frá 16. mai 2022. Ein umlegging til egnar árskvotur er við til at tryggja ein støðugan rakstur og skapa møguleikar fyri at gera íløgur/ nýíløgur. Í løtuni vita teir smærru aktørarnir ikki, hvat grundarlagið er í framtíðini fyri teirra virksemi, av tí, at teir eru bundnir at eitt-ára veiðiloyvum, umframt aðrar avmarkingar, sum eru. Størru reiðaríini í uppsjóvarvinnuni hava 12-ára veiðiloyvir.


Í samgonguskjalinum er ásett, at reglurnar fyri antitrust verða endurskoðaðar til tess at forða fyri, at virðini og vinnumøguleikarnir savnast á ov fáum hondum. Víðari stendur at lesa, at aktørarnir í uppsjóvarvinnuni verða javnsettir, um kvotur minka. Í løtuni verða kvoturnar minkaðar fyrst hjá smærru reiðaríunum.


Vit kunnu staðfesta, at teir stóru aktørarnir í fiskivinnuni javnan uppkeypa teir smærru aktørarnar. Somuleiðis síggja vit, at teir nýggju aktørarnir í uppsjóvarvinnuni ikki fáa tillutað nóg mikið av kvotum til veruliga at fóta sær á einum rakstrarverdum grundarlag.


Tað hevði borið til at javnsett aktørarnar í uppsjóvarvinnuni og í øðrum lagi at givið teimum smærru aktørunum grundarlag fyri at reka eitt lønsamt og framtíðarrættað virksemi. Tí verður hesin fyrispurningur settur.


Á Løgtingi, 27. apríl 2023

 

Erhard Joensen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder