Politikkur

Betri atgongd til handkeypsheilivág: Fleiri sjálvtøkur verða settar upp

Tríggjar nýggjar sjálvtøkur verða settar upp í vár, og fara tær at geva fólki betri atgongd til handkeypsheilivág alt samdøgrið.

2025-02-20 07:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Vit vilja tryggja javnbjóðis atgongd til handkeypsheilivág í Føroyum. Við fleiri sjálvtøkum kring landið, hava viðskiftafólk atgongd til handkeypsheilivág frá apotekinum allar tíðir á døgninum alt árið. - Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum

Uttanfyri nýggja apotekið í Vágum verður ein av nýggju sjálvtøkunum sett upp. Hendan verður tikin í nýtslu, tá ið apotekið letur upp í vár. Hinar báðar sjálvtøkurnar verða settar upp uttanfyri apotekini í Klaksvík og Runavík.

Fyrsta sjálvtøkan í landinum var tikin í nýtslu í fjør. Apoteksverkið hevur góðar royndir við hesi sjálvtøkuni, sum er uttanfyri Tjaldurs apotek í SMS. Í sjálvtøkuni ber til at keypa handkeypsheilivág alt samdøgrið, hetta hevur verið við til at gera tænastuna í økinum betri og smidligar.

Sjálvtøkurnar eru knýttar at Skjáttuni hjá Talgildu Føroyum, soleiðis at einans persónar, sum eru fyltir 18 ár og eldri, kunnu keypa í sjálvtøkunum.

Afturat teimum fýra apotekunum og søludeildini í Steinatúni eru 19 handkeypssølur runt í landinum. Handkeypssølurnar eru í økjum, har einki apotek er og hava úrval av handkeypsheilivági, sum er nógv eftirspurdur. Sjálvtøkurnar verða tí, í fyrstu atløgu, settar upp uttanfyri tey fimm apotekini, har handkeypsheilivágur bara kann keypast, tá ið apotekini hava opið.

Arbeitt verður framhaldandi við at gera tænastuna betri. Apoteksverkið endurskoðar regluliga atgongdina til handkeypsheilivág í Føroyum og ger metingar um, hvar tørvur er á at hava ávikavist apotek, sjálvtøkur og handkeypssølur. Ætlanin er, at fleiri sjálvtøkur skulu setast upp um landið, tað fer at gera atgongdina til handkeypsheilivág enn betri.

Kortið vísir hvar ymisku tænasturnar hjá Apoteksverkinum verða, tá apotekið í Vágum og nýggju sjálvtøkurnar eru tiknar í nýtslu í vár.

Talgilda apotekið ger tað smidligari

Umframt apotekini, sjálvtøkurnar og handkeypssølurnar hevur Apoteksverkið fleiri talgildar loysnir, sum gera tænastuna smidligari hjá teimum, sum hava tørv á reseptskyldugum heilivági.

Á Vanganum kunnu viðskiftafólk fáa yvirlit yvir sínar reseptir, biðja apotekið gera heilivágin kláran, annaðhvørt at heinta á apotekinum, í eini pakkaboks hjá Posta ella koyrdan heim til sín.

Bíðitíðin á apotekinum kann styttast við at stilla seg í kø heimanífrá. Hetta kann gerast við at taka appina Bíðirøð niður á App Store ella Google Play.

Nærri kunning um talgildu loysnirnar eru at finna á heimasíðuni hjá Apoteksverkinum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder