Politikkur

Betent liberalisma livir eisini í Føroyum

Hin vaksandi og ódámligi liberalistiski málburðurin nú á døgum, er eftir mínum tykki eitt sera ósunt ástøði, at byggja okkara samfelag á. Ein orsøk er, at frælsi og pluralisma eru bert tóm orð hjá fleiri liberalistum í dag. Tey siga seg sjálvi verða undangongufólk í fólkaræðisliga og framkomna samfelagnum, ið gevur seg undir, at fólk hava ymiskan hugburð, ymsar uppfatanir, ymsa trúgv og ymsa mentan.

2022-11-26 16:40 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Men tað sæst týðiliga, at teirra hugsanir eru trongskygdar, tí tey mangla hjarta og sál, at fremja teirra slagorð til sunnan politikk og góð verk í samfelagnum. Álíkavæl himprast tey liberalu ikki við, at siga: “Einans vit kunnu veita samfelagnum garanti fyri frælsi.”


Eitt sera óheppið rák hjá liberalistunum er, at tey tola illa mótspæl. Til dømis verða vanlig afturhaldandi fólk, sum peika á óhepnu avleiðingarnar hjá liberalistunum ofta hildin, at verða út av lagi konservativ og stuttskygd. Orsøkin er einans tí, at tey meira afturhaldandi fólkini eru trúgv móti einari áskoðan. Men tað hvørki tola og ei heldur viðurkenna tey liberalu.


Tað er júst hesin framferðarhátturin hjá teim liberalu, sum er so niðurbrótandi og vandamikil fyri alt samfelagið. Tey halda fast við, at liberalisman er eindømi fyri rúmligheit, opinleika og rættvísi í samfelagnum. Og hini, sum ikki eru samd - verða mangan happaði og kallaði fyri t.d. talibanar. Men tað er jú eitt greitt tekin um vantandi tolsemi, og at tey liberalu ikki álíkavæl geva seg undir aðrar fatanir og ymiskan hugburð í samfelagnum.


Men hóast stórar lekar ímillum ástøði og praksis, so storma tey álíkavæl fram í samfelagnum, og royna at trútta síni sjónarmið inn í hvønn krók í samfelagnum - uttan nakað sum helst kjak og rúmligheit fyri sjálvrannsakan. Tey eru eisini vánaligir lurtarar, haldi eg. Sostatt er liberal ideologi í sokallaða demokratiinum blivin somikið víðgongd, at eitt hvørt avvik verður lýst sum trongskygni. Og tað er nakað, sum tær liberalistisku brillurnar síggja sum lógloysi. Tað er blivið hart, at standa ímóti ísakalda liberalistiska rákinum í dag.       


Glíðibreytin í liberalistisku hugsjónini umbroytir eitt annars sunt samfelag til, at rúma eini og hvørjari menniskjaligari tráan og lívsstíli, har alt er loyvt og gagnligt, siga tey. Hetta er jú beint ímóti orði Guds. Hvørvisjónin er tann, at øll skulu liva saman - lið um lið í friði og náðum. Og tað er gott blandað gudiligheit uppí rotinskap. Tey eru villeidd við eini falskari langtan og ynskjum um, at samfelagið, skal rúma bæði kristnum, muslimum, buddistum, ateistum, sosialistum, kommunistum, anarkistum, heteroseksuellum, homoseksuellum, pornografi, fríðari fosturtøku og eitt ótal av kynum o.s.fr. Tí liberalisman eggjar fólki til at, verða akkurát, sum tú er. Og at øll konservativ mørk skulu rívast niður.


Tað einasta kravið hjá liberalistiska siðloysinum er, at øll yvirhalda felagsreglurnar. Men, tað sigur seg sjálvt, at eingin endi verður á slíkum reglum fyri samfelagið. Tað letur seg ikki praktisera! Tí eitt hvørt sunt samfelag stadnar í uppskriftini hjá hesi liberalistisku suppuni. Sjálvt klassiskir liberalistar síggja hvussu illa skeiklað hendan hugsjónin er.


Fyri at náa málinum um, at víðka frælsið, eru liberalistarnir villigir til, at brúka skitnir hættir - so sum, at sáa split millum menn og kvinnur, svørt og hvít. Tey blaka kristin virðir yvir borð og samstundis geva tey muslimska samfelagnum meira rúmd. Børn og ung skulu uppalast av nýggjum og lesa tær “røttu” bøkurnar - harí hesin formurin fyri liberalismu verður trúttaður niður í tey – soleiðis, at tey kunnu fáa eitt nýtt og fríari samfelag, halda tey. Og liberalistisku lógirnar skulu helst tryggja tvingsil fyri, at seta í verk lógir í navninum hjá falska frælsinum. Tá eru vit komin í andsøgn við okkum sjálv. 


Dagsins liberalisma fyllir okkum við søgum um mismun og mannamun í okkara samtíð og upp ígjøgnum øldirnar. Faktiskt er nógv av tí ivasamt og ber enntá brá av uppreistri og haturstalðu. Og tey, sum seta seg upp ímóti hesum rákinum, verða av “liberalistunum” javnan kallaði fyri fundamentalistar, sexistar, rasistar, homofobar og sinnissjúk v.m.


Ein orsøk til hetta ráðaloysi er, at liberalisman hevur innført nýggjar definitiónir av hjúnabandinum. Tey halda tað verða eitt stórt framstig og nógv meira inkluderandi fyri alt samfelagið, at kunna giftast, - uttan mun til kyn. Tey vilja hava eitt kynsleyst samfelag. Og sum samfelag hava vit longu tapt fleiri kampar. Men um hendan óhugnaliga tilgongdin heldur á fram, so verða vit øll taparar. Tí yvirgangur ímóti gudgivna hjúnabandinum, tí ófødda barninum og gudgivnu kynsfordeilingini er djevilskur. Tað er einans sonn kristin fólk, sum veruliga skilja og tora at praktisera orð Guds alment og boða eitt radikalt evangelium til alt fólki, ið kann broyta gongdina í okkara lítla samfelag.


Sjálvt um avbera góðar lívfrøðiligar, moralskar, søguligar og gudfrøðiligar grundgevingar fyriliggja, ið eru ímóti slíkum, so eru hesi “liberalu” somikið illa villeidd, at tey ignorera sunna fornuft. Summi eru farin so langt av leið, at tey pástanda, at hjúnabandið millum mann og konu, er ein samfelagsskipan, sum kúgar fólkaræðið. Á tann hátt traðka tey á siðbundna hjúnabandið og harvið oyðileggja tey alt tað, sum rætt er. 


Vit mugu minnast til, at liberalisman í byrjanini var vinurin hjá frælsinum, pluralismuni, tolseminum og margfaldinum. Hinvegin, so var liberalisman fíggindin hjá mismuni, útihýsan og vantandi tolsemi. Og tað er blivið til eina villleiðandi framdrift, sum nýggju liberalistarnir liva av í dag, men standa ikki sjálvir á tí grundarlagnum. Vit eru blivin von við skeiklaði og skeiv liberalistisk úttalilsir í áratíggjur, ið brúka teir upprunaligu liberalistisku tankarnir sum sítt skálkaskjól fyri, at vit kunnu liva í teirra følsku strategium um frælsi.


Men tá ið hesir herviligu liberalistarnir venda øllum tí, sum gott og elskuligt er á høvdi, so verður teirra pluralisma umbroytt til einarætt. Fjølbroytni verður falsa til samsvar. Tolsemi verður snara til sensur. Og opinleiki verður minkaður til ideologiskt stirvni. Faktiskt líkist hetta slagið av liberalismu nokkso nógv kommunistiskum handlingum í 20. øld.        


Í Føroyum mugu vit læra okkum umaftur, at javnvirða og viðurkenna meiningar, sum ikki eru liberalistiskar. Tað er í lagi, at eitt heilt samfelag ikki er so liberalistiskt, sum hesir liberalistar vilja hava tað verða. Tað merkir ikki, at minni liberalistisk samfeløg eru á veg inn í harðræði ella á veg til, at blíva talibanstýrir. Kanska tvørtur ímóti.


Tað er ikki ólógligt enn, at halda fast við siðbundna mentan. Túsundtals og kanska tíggju túsundtals afturhaldandi meiningar eru um fosturtøku í okkara landi. Men vantandi tolsemi og fordøming frá liberalistum uttanífrá og innanífrá prógvar null toleransuna hjá liberalistunum. Nakrir útlendskir politikarar halda, at vit eru ónormal, tí vit ikki enn hava fingið liberala einkarættin, sum tey standa á. Tey halda eisini, at ein og hvør hóttan ímóti liberalum yvirræði, er ein hóttan ímóti alheims liberalismuni. Tískil merkja vit av og á í Føroyum haturin frá órímiligum liberalistum, ið skjóta við politiskum djevulskapi eftir heimsins bestu og frælsastu tjóð.


Hví er tað so? Tí tey síggja okkum, ið eru meira og minni konservativ, sum fíggindar ímóti framfúsa og mennandi frælsinum, sum í veruleikanum førir heil samfeløg í trældóm. Tey tola ikki aðrar hugsanir og skuldseta tær fyri, at verða tankabrotsgerðir. Tí ein av grundlærunum í liberalismuni er, at frælsi krevur, at verða ótarnað í tilgongdini fram ímóti, at blíva alt tað, sum tú sjálvur vil. Tí, alt tað sum tú vil, er rætt fyri teg og tað má samfelagið góðtaka, siga tey liberalu. Tað er langt úti! Eg plagi at siga: “lat okkum blíva alt, sum til ber í Jesusi Kristi.” Tað er munur á.


Eg steðgi á her. Men eg vil so fegin vísa til stevnuskránna hjá Miðflokkinum undir mentan og list. Har standa hesi avbera góðu orðini í brævi Paulusar til samkomuna í Filippi endurtikin. Góðu elskaðu tit, hetta er ein mangan betri vegur, at ganga á, í mun til politiskt betentu liberalismuna. Hoyr hvat Heilagi Andin skrivar til samkomu Guds:


“Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!”


Gud signi Føroyar!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder