2022-03-24 17:26
Tórshavn. fo: Tróndur Sigursson hevði forfall og tað fall Berguri í lut at taka sæti á býráðsfundi seinnapartin. Bergur var triðvaldur á listanum hjá Javnaðarflokkinum.
Dagliga er Bergur stjóri í handilsfyritøkuni CAJ í Kollafirði, uppkallað eftir langabbanum Carl August Jensen. Fyritøkan fer skjótt at tátta í eitthundrað ár og Bergur umboðar fjórða ættarlið í familjufyritøkuni.
Best kend alment eru Bergur og konan Sarita tó kend sum innirógvarar – Bergur gjørdist heimsmeistari í innirógving í 2019, og konan Sarita er tvífaldur europameistari og tvífaldur heimsmeistari í inniróðri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald