
Maskinmeistarafelagið: Sjáldan um nakrantíð hevur uppmøtingin verið so stór á aðalfundi hjá Maskinmeistarafelagnum. Stívliga 70 limir høvdu teknað seg til veitsluna, og flestu teirra møttu á aðalfundinum. Aðalfundurin var á Hotel Hilton í Havn, har veitslan eisini verður hildin.
Aðalfundurin hesa ferð var skjótt avgreiddur, tí sera fáar viðmerkingar vóru til formansfrágreiðing og roknskap.
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, legði fram formansfrágreiðing og roknskap
Sum altíð var nevndarvalið mest spennandi løtan, og her hendi ein útskifting í nevndini. Tað var Benjamin Hansen, maskinmeistari hjá Sp/F Klima, ið vann sessin frá Mortani S. Thomsen. Regin M. Olsen, ið eisini var uppá val, bleiv afturvaldur við flest atkvøðum av øllum.
Hann fekk 45 atkvøður, Benjamin Hansen fekk 40, Mortan S. Thomsen 26 og fjórða valevnið Ólavur J. Østerø fekk 24 atkvøður. Teir báðir Mortan S. Thomsen og Ólavur J. Østerø blivu síðan valdir sum tiltakslimir.
Benjamin Hansen, maskinmeistari hjá Sp/F Klima, er nývaldur nevndarlimur
Regin M. Olsen, maskinmeistari á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, er afturvaldur nevndarlimur
Mortan S. Thomsen, maskinstjóri hjá Smyril Line, var ikki til staðar á aðalfundinum. Hann misti nevndarsessin, men bleiv valdur tiltakslimur
Ólavur J. Østerø, maskinmeistari hjá SEV, bleiv ov stuttur til nevndina, men er valdur tiltakslimur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald