Sum nýklakt mamma eri eg størsti fjepparin hjá dóttir míni. Hóast eg eri 26 ára gomul, kunnu míni foreldur eisini sigast at vera mínir størstu fjepparar; tað var nemliga tey, ið hildu, at eg við mínum meiningum, ágrýtni og hegni fari at gera mun í okkara kommunu.
Eg havi ymiskar royndir, hóast ungan aldur. Alt frá at bera post út sum 12 ára gomul, til at vera leiðari á eini heimskendari kafé, ið er staðsett í Sandavági.
Mær dámar væl, tá okkurt hendir rundanum meg. Eg eri íverksetari og dámi væl at skipa fyri trivnaðartiltøkum - eitt nú Húsagongd, ið eg havi verið við til at skipa fyri síðani 2019.
Sjálv íðkaði eg ítrótt sum yngri,. Tað er eingin loyna, at ítróttur økir um trivnaðin hjá børnum, ungum og vaksnum. Eg havi seinastu trý árini sitið í nevndini hjá SÍF sum skrivari, havt ábyrgd av marknaðarføringini og samskipað tiltøk. Ítróttur og trivnaður ganga hond í hond, og tí skulu sjálvboðin og ítróttarfeløg hava bestu karmar og stuðul at virka undir.
Í 2014 gekk eg á háksúla á Álandi. Hetta árið vaks mín áhugi fyri endurnýtslu av álvara, tá eitt nú gomul pløgg blivu til vovin gólvteppir og brúktir knappar til skálir. Okkara kommuna skal ganga á odda, tá talan er um at endurnýta tað, ið vit longu hava! Eg ynski at arbeiða fyri eini skiljistøð har borgarin kann lata ”burturkast”, ið kann endurnýtast heldur enn brennast.
Seinasta árið havi eg gingið nógvar túrar í Sandavági og Miðvági. Nærum hvønn túr havi eg hugsað um, hvussu ótrygt tað er fyri lítlu kroppaskinnini, ið dagliga ganga til og frá skúlanum og millum bygdirnar - her má og skal okkurt gerast!
Eg ynski eina sjónliga og samansjóðaða kommunu, ið gongur á odda fyri borgarunum og vinnulívinum. Eina kommunu, ið hevur fólksins trivna í brennideplinum og har útisetar ynskja at flyta heim aftur til.
Eg ynski at gera mun í okkara kommunu komandi fýra árini. Skal hetta eydnast havi eg tørv á tykkara hjálp; lat meg verða tín rødd!
X við Beintu Gudmundsen
X við Borgaralistan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald