Politikkur

Beinir Johannesen spyr landsstýrismannin Djóna N. Joensen um krav av lærugreinum í fólkaskúlanum

Beinir Johannesen hevur sett landsstýrismanninum í útbúgvingarmálum tríggjar fyrispurningar um krav av lærugreinum í fólkaskúlanum.

2023-09-06 11:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 

Beinir Johannesen, løgtingsmaður, hevur sett Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismanni í barna- og útbúgvingarmálum, skrivligan fyrispurning um krav av lærugreinum í fólkaskúlanum:

1. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir at fylgja tilmælunum um at sleppa kravinum um ávísar lærugreinar viðvíkjandi upptøku til miðnám?

2. Er ætlanin at fylgja tilmælunum um at styrkja verkligar og kreativar lærugreinirnar?

3. Um ja, nær er ætlanin at fylgja tilmælunum?

Undanfarna samgonga setti ein arbeiðsbólk á stovn, ið skuldi arbeiða við dagføringum í fólkaskúlalógini. Eitt álit varð handað landsstýrismanninum fyri summarfrítíðina. Í hesum álitinum er m.a. tilmæli um at sleppa kravinum um týskt sum upptøkukrav til miðnámsskúlan, og lata tað vera vallærugrein á jøvnum føti við aðrar lærugreinar.

Tað gevur so næmingum størri frælsi at velja vallærugrein, ið næmingurin hevur áhuga í, heldur enn hvat ein møgulig útbúgvingarleið krevur.

Tað reisir so eisini spurningin, um landsstýrismaðurin eisini fylgir tilmælunum at styrkja tær verkligu og kreativu lærugreinarnar, ið álitið eisini mælir til. Tað gevur næmingunum betri møguleika at velja vallærugrein eftir áhuga, og harafturat eisini eina vallærugrein, ið vendir sær meir til eina yrkisútbúgving. Tað hevur verið tørvur á, at fleiri velja sær eina yrkisútbúgving, og kann hetta viðvirka til hetta.
Um ætlanin er at seta hetta í verk, so er umráðandi at vita, nær man ætlar tað. Eitt nýtt skúlaár er júst byrjað, men tað verður skjótt, at fleiri skulu í holt við at velja vallærugrein til eitt komandi skúlaár. Tá er neyðugt hjá næmingunum at vita, um tey skulu taka hædd fyri kravdum lærugreinum fyri upptøku í miðnámi ella ikki.

Á Løgtingi, 6.september 2023
Beinir Johannesen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder