Eftir uppskotinum um gongd í haga, skal hann nú rinda hagagjald (Høgnagjald) og boða Vinnumálaráðnum frá, um hann skal á fjall á egnum matrikkuli.
Treytin fyri at sleppa undan gjaldinum er, at ein er skattskyldigur í Føroyum. Tað merkir, at vit í løgtinginum, og tey mongu úr útlandinum, sum eru komin til landið at arbeiðia, sleppa undan.
T.v.s. at ein útlendingur í Føroyum skal einki rinda og nýtist heldur ikki at boða frá. Útlendingurin kann ganga frítt. Men tað kann beiggi mín ikki - heldur ikki á egnum matrikkuli.
Hetta er ikki í lagi.
Jørgen Niclasen, tingmaður Fólkafloksins.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald