Annað

Bátur fekk motortrupuleikar á Norðhavinum

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Vón

2023-04-02 21:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Klokkan 07:11 í morgun fekk MRCC støðin í Havn eina fráboðan um, at ein bátur var uppsteðgaður á Norðhavinum. 

Báturin var tá staddur 6,5 fjórðingar noður úr Eiðiskolli. 

Boð blivu send eftir bjargingarbátinum Vón hjá Eiðis bjargingarfelag. Vón var hjá bátinum klokkan 08:22 og byrjaði at sleipa bátin til Eiðis. Klokkan 10:30 í morgun kom Vón á Eiði við bátinum.

Myndir: Eiðis bjargingarfelag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder