Landsstýriskvinnan hevur í dag sent uppskot til hoyringar.
Hóast nógvar broytingar, er hægsta útgjaldið úr Barsilsskipanini ikki broytt í nærum 20 ár. Hesi árini er miðalinntøkan hjá føroyskum løntakarum er vaksin nógv.
Við nýggja lógaruppskotinum verður hámarkið fyri barsilspening hækkað við 5.000 kr. um mánaðin, úr 25.000 kr. upp í 30.000 kr. umframt eftirlønargjaldið. Á henda hátt fáa tey, ið vanliga tjena omanfyri 25.000 kr. um mánaðin, endurrindað upp til 30.000 kr. úr Barsilsskipanini, tá tey fara í barsilsfarloyvi.
Nýútbúgvin fáa eisini betri barsil
Í dag er tað soleiðis, at nýútbúgvin, sum gerast foreldur, bert hava møguleika at fáa barsilspening í tann mun, tey hava arbeitt tað seinasta árið. Dømir eru um, at nøkur detta niður í millum skipanirnar, tí tey ikki longur eru í lestrarskipanini og eru ikki rættiliga komin inn á arbeiðsmarknaðin.
Við uppskotinum verða umstøðurnar hjá teimum, ið eru nýútbúgvin betri. Hetta verður gjørt við at lestrarstuðulin eisini verður taldur við í útrokningargrundarlagið, sum barsilspeningurin verður roknaður eftir.
Á hendan hátt detta tey nýútbúnu ikki niður í millum skipanina við lestrarstuðli og Barsilsskipanina, um tey gerast foreldur í tíðarskeiðinum eftir loknan lestur, og áðrenn tey eru komin í arbeiði.
Fleiri broytingar í heyst
Breið politisk semja er um at gera fleiri broytingar í barsilslógini í komandi tingsetu, har m.a. hesi evnir verða tikin upp: betri sømdir til foreldur at tví- og fleirburum og ov tíðliga føddum børnum, minsta útgjald og fleksibilitetur, tá ið barsilsfarloyvið skal leggjast til rættis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald