Mentan

Bassafestivalurin verður í kvøld

Kom við á Bassafestival í Sørvági hósdagin 12. juni frá klokkan 17 til 19.

2025-06-12 08:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Aftur í ár verður ársins festivalur karmur um ein spennandi dag, har børnini eru í miðdeplinum.

Bassi og Bassilina bjóða øllum børnunum ein gávupakka við onkrum leskiligum og einum túrakorti til hoppiborg, hestakaret, kanotúr, fiskibrunn og at gera sneisabreyð.

Framførslur verða við barnakórum úr Vágum, rokkbólkinum ANUA og gyklaranum Rógva.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder