Vinna

Bartalsstova – OKKARA handil!

.

2024-06-12 14:47 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 


Eftir at hava rikið okkara handil, Bartalsstovu, í nøkur ár hevur eigarin av persónligum ávum nú søkt eftir nýggjum fólki at taka yvir.

Tíbetur er tað ikki fíggjarstøða, ið er orsøk til íkomnu støðuna, tí vit hava víst, síðan handilin lat uppaftur, at vit stuðla undir og VILJA hava handil í bygdini og stuðla OKKARA.

Men! Vit mugu ikki koma har, vit hava verið einaferð fyrr! Nógv eru stúrin, tí handilin hjá OKKUM er í vanda fyri afturlating, koma ikki nýggjar styrkiberandi hendur til. Tað má ikki henda!

Í 1870 lat Tummas í Bartalsstovu fyrsta handilin upp her í bygdini og hevur handil verið líka síðan – fyriuttan eitt tíðarskeið í 2020.

Tíðin, eingin handil var í 2020, slerdi púra fast, at vit ikki kunnu vera handilin fyriuttan. Handilin, ið ikki bara selur okkum vørur, men er ein sosial eind, sum fremur samanhald, ið gevur okkum styrki, felagsskap, ið elvir til trivnað og hugna, ið styrkir bondini okkara millum. Her fæst ein kaffimunnur við onkrum søtum afturvið og ikki minst nýbakað morgunbreyð og annar bakstur, sum kemur úr Klaksvík hvønn morgun!

Handilin er OKKARA og handilin er VIT – hann er partur av okkara samleika.

Stórar nýíløgur vórðu gjørdar, tá handilin lat uppaftur, og er hann nútimansgjørdur og vælvirkandi. Tíbetur eru nógv við áræði í landi okkara, so vónandi loftar vinnulívið, har vit eiga okkara ríka part lokalt, ella onnur, ið síggja møguleikarnar og týdningin at halda fast í handilsmentanini her hjá okkum í Sandavági og byggja víðari á góðu gongdina. 

Hjá okkum bygdafólkum – og tá serliga hjá eldri, óhjálpnum og børnum – kann týdningurin av at hava handil í bygdini ikki yvirmetast – heldur ikki í 2024.

At fara inn í Bartalsstovu og møta frískum “gongukonum”, óførum dyppifólki, fittum vøggustovu- og barnagarðsbørnum, ið hjálpa at keypa inn, glaðum børnum, ið hugagóð selja nakrar fløskur, ágrýtnum ungum, ið byrja sítt arbeiðslív eftir skúlatíð her, teimum eldru, ið framvegis eru røsk at ganga til handils, lokala vinnulívinum, ið fáa sær okkurt gott til kaffisteðgin, arbeiðsmonnum, ið onkra løtu arbeiða her, útlendsku ferðafólkunum, ið forvitin vitja okkara land og bygd, er fløvandi. Løturnar, tú rennir teg í kend sum ókend, heilsast og fáa eitt gott prát. Harafturat fyrikomandi starvsfólkunum. Hetta eru løtur, ið eru lívgandi og mugu virðismetast og varðveitast. 

Prátini, smílini, kundavinsemið, tænastusinnið og felags ognarskapin, ein kennir í Bartalsstovu, eru gull verd.

Hetta mugu vit ikki missa!

"Ein virðismetir ikki tað, ein hevur, fyrrenn tað er burtur" varð skrivað í 2006, tá handilin á fyrsta sinni stóð fyri ætlaðari afturlating eftir at hava verið í varðveitslu í somu ætt í 6 ættarlið. Hetta er so púra satt og tíbetur helt Bartalsstova tá fram, tí ynski var at varðveita handilslívið í nærumhvørvinum. Lat okkum aftur hesaferð virðismeta tað, vit hava, so tað ikki verður burtur!

Eg fari at nýta høvi at takka teimum, ið seinast, henda støða var, tóku stig til at fáa okkum handil aftur í bygdini. Teimum, ið eftir eina tíð tóku yvir, og ikki minst starvsfólkunum, ið við fryntliga leiðaranum á odda so ófør og røsk gera tykkara besta fyri okkum – eisini nú verkfall hevur verið. Tykkara íkast at seta merki á okkara dagligdag hevur verið ikki so lítið! Tøkk havi tit fyri tað!

Somuleiðis ein tøkk til Ásu og Erwin, ið sjálvi høvdu Bartalsstovuhandilin í nógv ár, og síðan so hugagóð hava verið og framhaldandi eru sinnað at lata høli til, so handil kann halda fram her, har hann hevur verið seinastu hálvthundrað árini. 

Nógv røsk ungfólk hava fingið møguleikan at starvast eftir skúlatíð, forvinna nakrar krónur og fáa nakrar arbeiðsroyndir í heimbygdini – og røsk eru tey! Ein tøkk skal eisini ljóða her til teirra, ið við sínum íkasti til bygdalívið, eru okkum kærkomin.

Verkfallið seinastu fýra vikurnar hevur – eins og undir koronafarsóttini – víst okkum enn einaferð, HVUSSU týdningarmikið tað er at hava handil her mitt okkara millum. Hentur hevur hann verið og takksom eru vit fyri tað.

Nú er stundin komin hjá okkum bygdafólkum enn einaferð at vísa, hvørji vit eru, og hvørji, vit ynskja at vera.

Hugsið tykkum eina vestanstevnu við ongum handli! Ein seinsummardag, har farast má av bygdini at keypa alt tilfar! Fjallmenn, ið ikki kunnu fáa eina sjokulátaplátu og eina sodavatn í bygdini! Tey nógvu ferðafólkini, ið gista í bygdini, sum til ein steðg hjá okkum ikki kunnu fáa tað mest neyðturviliga í nærumhvørvinum! Børn, ið ikki kunnu selja nakrar fløskur, tey hava funnið! Ommu- og abbabørn, sum ikki kunnu fara handilsørindi fyri síni eldru! Ikki at kunna keypa ein Gekk í heimbygdini! Ein vetrardag, har illveður forðar at sleppa av bygdini at keypa! 

Tað má ikki henda!

Hjá okkum, ið eru góð við okkara bygd, hevur handilin ovurstórt virði. Eisini hjá teimum nógvu ferðandi, ið koma til bygdina, sum gerast fleiri og fleiri, hevur hann avgerandi týdning. Somuleiðis í samband við trivnaðarátøk í okkara heimbygd er handil av avgerandi týdningi. Fyri tey tiltøk, ið kommunan og ítróttarfelagið, sum húsast í nærmastu grannahúsum, skipa fyri, hevur tað stóran týdning og ávirkan, at til ber at fáa gerandisvørur og nakað væl afturat til keyps her í bygdini. Eisini hevur verið sera hent at fingið apoteksvørur í handkeypi í handlinum.

Fyri bygdina í kappingini um at bjóða seg fram sum bústað hjá bæði ungum og gomlum, familjum og einstaklingum, er eisini av stórum týdningi at hava handil í bygdini. Síðan handilin lat uppaftur í 2020 er fólkatalið í Sandavági økt við uml. 70 fólkum og nógv hús standa í gerð, men tað er eingin sjálvfylgja at jaliga gongdin heldur fram, er eingin handil í bygdini.

Vit eru kanska smá, men latið okkum vísa, at vit eru kná! 

Eg havi hvørki royndir sum vinnulívsfólk, handilsfólk, íverkseti ella íleggjari, men mín lutur skal ikki liggja eftir, er tørvur á, at eg taki eitt tak saman við øðrum at gera tað, vit kunnu at virka við til at finna eina gongda leið fyri OKKARA handli til frama fyri fólk og bygd. Tey eru nógv við mær, ið seinastu dagarnar hava givið til kennar, at tey vilja geva sítt íkast at varðveita handil í bygdini.

Lat okkum enn einaferð vísa, hvørjum tilfari, vit eru gjørd úr, her í Sandavági.

Vónandi frætta við skjótt tey gleðiligu tíðindi, at ein loysn er funnin, og at OKKARA handil heldur fram!

Vit skulu løna tað aftur!

Takk fyri, tit, ið nú gevast við tykkara virksemi her í bygdini, og blíðan byr.

Bartalsstova er til fyri okkum – lat okkum vera til fyri Bartalsstovu!



Maria Jacobsen

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder