Higartil hevur tað ikki borið til, tí at KT-skipanin hjá barsilsgrunninum ikki var før fyri hesum.
Nú farið er undir at menna eina nýggja KT-skipan til Barsilsgrunnin, er tað fyrsta ítøkiliga úrslitið, at útgjøld nú kunnu koma á bók áðrenn mánaðarskiftið.
“Tað er sera gleðiligt, at vit endiliga hava fingið loyst hendan trupulleikan. Eg rokni við, at tað eru nógvar barnafamiljur, sum gleðast um, at hetta nú ber til”, sigur Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í arbeiðsmarknaðarmálum.
Fyrsta útgjaldið verður væntandi á bók 30. mai.
Viðmerkjast skal tó, at gjaldið framyvir í einstøkum førum fellir eftir mánaðarskifti fyrstu ferð foreldur fáa útgjald úr barsilgrunninum. Men hetta verður undantakið, og øll eftirfylgjandi gjøld koma á bók áðrenn mánaðarskiftið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald