Politikkur

Bárður spyr um rundkoyring og ferðslutrygd á Kambsdali

Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, hevur sett landsstýrismanninum í samferðslumálum, Dennisi Holm, skrivligan fyrispurning um rundkoyringina og ferðslutrygdina á Kambsdali.

2023-11-11 09:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í Samferðsluætlanini 2018-2030 verður nevnt nakað um vegamót á Kambsdali, har Landsverk mælir til, at rundkoyring verður gjørd. Víst verður á, at tvær vegíbindingar eru inn á Kambsdal í dag, og at tað hava verið fleiri ferðsluóhapp við bæði vegamótini.

Landsverk mælir í Samferðsluætlanini2018-2030til, at rundkoyring verður gjørd, og at kostnaðarmetingin av hesum í 2019 er 2-3 mió kr. Sambært tí, ið upplýst verðurí Samferðsluætlanini, so átekur Fuglafjarðar kommuna sær at gera javnfjaru vegirnar, soleiðis at verandi vegíbindingar verða stongdar.

Sera nógv ferðsla er á Kambsdali. Nógv hundraðtals ungfólk ferðast í skúla í bili og bussi, og haraftrat er Kambsdalur karmur um eitt sera stórt og virkið vinnulív, sum hevur nógva og tunga ferðslu við sær.

Eisini er Fuglafjarðarvegurin einasti vegur til og úr Fuglafirði, sum umframt sínar fleiri enn 1600 íbúgvareisini hýsir sera nógvum vinnuvirkjum. Alt vinnuvirksemið førir við sær nógva ferðslu – ikki minst tunga ferðslu. Ferðslan var stór, táSamferðsluætlanin 2018-2030 varð gjørd,og hon er sannlíkt bara vaksin síðani tá, og tí átti grundin at verið tess størri til at fáa framt hesa verkætlan.

Spurningar:

1. Liggur í kortunum at fremja verkætlanina við rundkoyring á Kambsdali?

2. Um so er, nær er ætlanin at fáa tað gjørt?

3. Í 2019 varð mett, at kostnaðurin fyri eina rundkoyring var 2-3 mió.kr.Hvat kostar hetta í dag?

4. Hvussu høgur er óhapstíttleikin á Fuglafjarðarvegnum –kanska serliga á strekkinum við Kambsdal –í mun til onnur vegastrekki í landinum?

5. Hvussu fer ein rundkoyring á Kambsdali at ávirka ferðslutrygdina á vegastrekkinum?Á Løgtingi,9. november 2023

Bárður á Lakjuni
løgtingsmaður Fólkafloksins

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder