1. Hvørjar ætlanir hevur landsstýrið við loyvisskipanini ?
2. Nær verða veiðirættindini hjá nýggjum aktørum javnskipað ?
Vinnan ger stórar íløgur fyri at menna og virðisøkja okkara tilfeingi við nýggjum framkomnum vinnutólum og nýggjastu vitan, bæði á sjógvi og landi.
Fleiri nýggj reiðarí eru farin til verka seinastu árini við rættindum, sum eru útlutaði eftir fleiri ymiskum skipanum. Nøkur av hesum hava fingið endaliga tilsøgn, meðan onnur enn bíða eftir hesi tilsøgn; hesi eiga beinanvegin at verða javnskipað.
Í vikuskiftinum kom nýggjasta farið í flotanum, Gadus, til landið, sum tann triði nýbygningurin til fjarfiskiskap. Hesi skipini eru øll umbiðin, tá vinnan hevði fingið tryggar karmar, og útiumstøðurnar vóru í javnvág.
Eisini ger vinnan stórar íløgur í virkir á landi, og fleiri ítøkiligar ætlanir eru á borðinum at menna og tillaga virkini til nýggju kringumstøðurnar.
Umstøðurnar eru munandi broyttar bæði úti í heimi og her heima; marknaðarumstøðurnar eru kollveltar, ivasamt er við fiskiveiðiavtalu, og sum tað seinasta er ongin greið útmelding komin frá landsstýrinum um loyvisskipanina.
Meðan bíðað verður eftir hesum avgerðum, aftrar vinnan seg við at gera íløgur í framtíðina.
Í summar hevur verið sera lítið virksemi á pelagisku virkjunum. Minni arbeiði hevur við sær lægri inntøku til arbeiðsfólk og færri skattakrónur til land og kommunur.
Á Løgtingi, 18. oktober 2023
Bárður á Steig Nielsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald