Politikkur

Bárður á Lakjuni: Hví fáa øll ikki sama tilboð til málmenning

Ella fáa tey? Ella hvat?

2023-04-01 11:21 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, hevur sett Djóna N. Joensen, landsstýrismanni í barna- og undirvísingarmálum skrivligan fyrispurning um ógreiðuna í sambandi málmenningartilboðini frá Sernámi til foreldur at børnum við Down syndromi.


Í viðmerkingunum sigur Bárður á Lakjuni, løgtingsmaður, at í grannalondum okkara verða
alsamt færri børn við Down syndromi fødd, meðan føroysku tølini liggja á sama støði sum fyri 10
árum síðani. Tað er at gleðast um, at tað framvegis liggur ein djúp virðing hjá
føroyinginum fyri tí ófødda - fyri lívinum - í sinum margfeldi. Tó, so vísir tað seg ikki
so sjáldan, at vit sum samfelag ikki megna nóg væl at hjálpa og stuðla familjum, sum
hava tørv á serligari hjálp.


Í sambandi við altjóða Down syndrom dagin í ár var forkvinnan í Javna frammi í
miðlunum og nevndi, at tørvur er at betra um tilboðini til tey, ið hava Down syndrom.
Tað er á ymsan hátt ein avbjóðing at fáa barn við Down syndromi, m.a. innan
málmenning. Sernám er stovnurin, ið eigur at veita foreldrum og børnum tilboð av
ymiskum slagi, eisini málmenning. Tað kom fram í eini samrøðu í Kvf við eina
mammu at barni við Down syndromi, at tað er sera stórur munur á, hvørja hjálp og
hvønn stuðul foreldur fáa í boði. Tað gekk bara ein dagur ella tveir, so komu fleiri
mammur fram við somu søgu: Sernám ger mun á tilboðum til børn við Down
syndromi. Hetta tvíhalda hesar mammur um.


Hesar útsagnir samsvara ikki við tað, ið leiðarin fyri Sernám ber fram, og heldur ikki
við tað, sum landsstýrismaðurin, Djóni N. Joensen, sigur, tí hann nevnir í samrøðu í
Kvf, at øll foreldur hava fingið tilboð og hjálp, og at hann hevur fult álit á stovninum.
Undirritaði undrast á, at útsagnirnar eru so ymiskar – foreldur siga eitt, meðan serliga
leiðarin á Sernámi og eisini landsstýrimaðurin siga nakað heilt annað. Í roynd og veru
kann sigast, at við útsagnunum hjá leiðaranum á Sernámi og landsstýrismanninum, at
foreldrini verða løgd undir at siga ósatt. Hví samsvarar hetta ikki? Hvørja hjálp hava
øll fingið? Hetta má greiði fáast á.


Tí hevur Bárður á Lakjuni sett landsstýrismanninum í barna- og undirvísingarmálum hesar spurningar:


  1. Hvørji málmenningartilboð standa foreldrum at barni við Down syndromi í
    boði frá Sernámi?

  2. Fáa øll tilboð og hjálp?

  3. Hvussu ber tað til, at øll ikki siga seg fáa sama málmenningartilboð frá
    Sernámi? Hetta sambært sera greiðum, almennum útsagnum frá fleiri
    foreldrum.

  4. Hví siga leiðarin fyri Sernám og landsstýrismaðurin eitt, meðan brúkarar hjá
    Sernámi siga nakað heilt annað?

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder