Politikkur

Bara 15% vita, hvussu nógv russisk skip kunnu fiska í Føroyum

Tað eru bara góð 15% av føroyingum, sum sambært nýggjari spyrkanning, vita, hvussu nógv russisk skip hava loyvi at fiska undir Føroyum. Og góð 65% siga seg ikki vita, hvussu nógv tons hesi skipini hava loyvi at fiska.

2023-04-26 10:46 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder



Nýggja spyrkanningin hjá Javnaðarflokkinum á fólkatingi vísir, at hóast nakað av almennum kjaki um evnið, so er vitanin um fiskiveiðuavtaluna við Russland lítil millum føroyingar.


Kanningin vísir eisini, at meira enn helvtin siga seg ikki vita talið á føroyskum skipum, sum hava loyvi at fiska í russiskum sjógvi. Og heili 64% siga seg ikki vita, hvussu nógv tons føroysku skipini hava rætt at fiska.

Seinastu góðu 10 árini hava russar annars havt loyvi at fiska í miðal áleið 100.000 tons av uppsjóvarfiski (serliga svartkjafti) í føroyskum sjógvi, meðan føroyingar í miðal hava havt rætt at fiska áleið millum 10-20.000 tons av botnfiski og rækjum í russiskum øki. Okkurt árið hevur russiska veiðan í føroyskum sjógvi tó verið heilt upp í 200.000 tons.


Nakað av óvissu er sjálvandi knýtt at kanningini, sum verður almannakunngjørd á stórum tiltaki um fiskiveiðuavtaluna við Russland í Løkshøll, 2. mai kl. 15.15-17.30. Á tiltakinum verða eisini útrokningar lagdar fram, sum geva eitt boð uppá, hvørt avtalan gevur undirskot ella yvirskot. Harumframt verður politiskt kjak millum Una Holm Johannesen og Beinir Johannesen.


Les meira um tiltakið her: https://www.facebook.com/events/614210630611040?ref=newsfeed


Javnaðarflokkurin á fólkatingi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder