
Landsbankin: Stabbarnir í mynd 1 vísa, hvussu bankarnir meta støðuna vera í inniverandi ársfjórðingi (nýggjasta kanning er 2. ársfjórðingur 2025) og prikkarnir vísa, hvussu bankarnir meta støðuna fara at verða í komandi ársfjórðingi (tað vil siga í 3. ársfjórðingi 2025).
Í øðrum ársfjórðingi 2025 svara nakrir av føroysku bankunum í útlánskanningini, at rentulækkingar og lønarhækkanir hava økt um tiltøkupeningin hjá føroysku húsarhaldunum og harvið betrað um fíggjarstøðuna, meðan aðrir svara, at fíggjarstøðan hjá privatkundunum er versnað eitt vet. Tað ger, at eingin broyting sæst í mynd 1 í øðrum ársfjórðingi 2025 (stabbin er 0).
Ikki allir, men fleiri bankar vænta hinvegin, at ein rentulækking kemur afturat í triðja ársfjórðingi 2025, ið fer at betra um fíggjarstøðuna hjá privatkundunum; tað sæst aftur í mynd 1 sum ein vøkstur (prikkurin).
Mynd 1 Fíggjarstøðan batnar
Bankarnir siga harafturat, at rentulækkingarnar hava elvt til eitt vet størri eftirspurning frá privatkundunum eftir fígging í øðrum ársfjórðingi 2025, og vænta somuleiðis øktan eftirspurning eftir fígging í triðja ársfjórðingi 2025, sí mynd 2.
Mynd 2 Størri eftirspurningur eftir fígging
Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrru hálvu 2025 her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald