2018-02-25 21:40

Boð vóru eftir Rescue Ziska seint seinnapartin tá ið Norðsøki bað um at fáa eitt sleip. Norðsøki var uppsteðgaður í Kalsoyarfirði á veg til fiskiskap.
Ziska var hjá Norðsøki klokkan 17:37, og sleipaði hann aftur til Klaksvíkar. Sleipið tók góðan hálvan annan tíma.
Norðsøki er nú aftur á veg norð ígjøgnum Kalsoyarfjørð til fiskiskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald