2015-04-10 21:31
Stóra útbyggingin á Zarepta hevur gingið framúr væl.
So at siga alt arbeiðið er sjálvboðið - vit vóru ein túr við myndatólinum í dag. Har arbeiddi nógv fólk, bæði uttanfyri og inni.
Við útbyggingini økist gólvvíddin við 2.300 fermetrum.
Nógvastaðni sá út til, at arbeiðið var komið undir land, men eisini restaði nógv í summastaðni.
Vit tosaðu við Birgir Andreasen, sum eisini vísti okkum runt í nýggja bygninginum, hann segði, at ætlanin var at taka nýggja bygningin í brúk á vári í 2016.
Í nýggja bygninginum er m.a stórur svimjihylur, stór høll til at spæla í - og nógv búðrúm.
Umstøðurnar verða framúr góðar, tá ið nýggji bygningurin verður liðugur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald