2016-04-23 07:20

Nógvur skapanarhugur er í luftini, nú ið Zarepta-legan fyri fólk við breki er í gongd fyri seksogtredivindu ferð. Trælist, brotamynd, máling og mangt annað at fara til, og seinnapartin í gjár vóru vit á sandinum í Bø og gravaðu eina yvirvaksna ulku upp úr sandinum.
Ein hundur úr bygdini kom eisini til hjálpar, og steinar og taratonglar komu til sín rætt á hesum løga skepilsinum.
Legan fyri fólk við breki, sum varðir frá hósdegi til sunnudag, er avgjørt ein spennandi lega, har ið lívsgleði og skapandi evni komu fram á ein serligan hátt, og her læra vit at finna fram barnið í okkum sjálvum.
(myndir : Líggjas á Váli Smith, stubbi : Napoleon Smith)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald