Í 2004 varð á grannastevnu á Strondum samtykt, at farast skuldi undir útskifting í bygdini innangarðs, bøurin lá sera spjaddur, onkur eigari hevði 50 bøstykkir innangarðs.
Í apríl 2015 varð útskiftingarætlanin framløgd á fundi á Strondum.
Nevndin fekk fleir viðmerkingar til ætlanina.
Á fundi 30. mars 2016 kunngjørdi útskiftingarnevndin úrskurðin, kærufreistin varð sett til 30.juni 2016.
Yvirútskiftingarnevndin fekk 7 kærur, sum vórðu viðgjørdar á fundi á Strondum seinasta fríggjadag - alt var tó ikki endaliga viðgjørt, men væntast kann, at innanfyri 4 vikur fyriliggur ein endalig avgerð.
Søguligt yvirlit yvi útskifting.
Í 1926 varð viðtikin ein útskiftingarlóg, eftir at ???Landbokommissionen??? hevði sett fram uppskot um eina tílíka longu í 1911. Lógin skuldi bert galda í 5 ár, men hetta varð seinni longt. Núverandi útskiftingarlóg er frá 27. mars 1939. Hon var upprunaliga bert galdandi fyri útskifting av jørð innangarðs, men í 1950 fekk hon við smærri broytingum og ískoytum eisini gildi fyri útskifting uttangarðs.
Gøtumaðurin Líggjas Húsgarð varð settur sum formaður fyri royndarútskiftingini av Vestmanna í 1927, men málspurningurin førdi til tvídrátt millum hann og myndugleikarnar, og tí blivu tað danskir ??? landinspektørar???, ið komu at skipa fyri útskiftingunum í 1930-árunum.
Við krígsbyrjan vóru hesar bygdir útskiftar:
Markatalsbygd | Framd tann |
Fámjins bygd | 01-11-1930 |
Trongisvágs bygd | 17-02-1931 |
Froðbiar bygd | 01-01-1933 |
Vestmana bygd | 01-03-1933 |
Hvalbiar bygd | 08-12-1933 |
Nes bygd (Suðuroy) | 01-01-1936 |
Porkeris bygd | 01-03-1935 |
Eftir krígslok varð Líggjas Húsgarð aftur settur sum útskiftingarformaður, og eftir at Matrikulstovan varð sett á stovn í 1948, hava landmálarar á Matrikulstovuni verið formenn (sambært grein 5 í útskiftingarlógini).
Í 2007 varð Matrikulstovan gjørd til part av nýstovnaðu Umhvørvis¬stovuni. ??tskiftingin hevur síðani verið fyriskipað av matrikul-deildini á Umhvørvisstovuni, og landmálarar hagani hava verið útskiftingarformenn.
Hjálagda talva vísir, hvar og nær útskifting av jørð innangarðs er framd (trýst her).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald