Politikkur

Yvirlýsing frá Tjóðveldinum

...

2017-03-25 21:51 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Floksting Tjóðveldis í Hósvík 24. og 25. mars 2017

undir heitinum fólkaræði, fiskur og virðisvøkstur

samtykkir,

at Tjóðveldi í landsins stjórn skal halda á í stríðnum

· at vinna og byggja einar frælsar, rættvísar og javnsettar Føroyar, har fólkið í Føroyum fær ágóðan og tryggjað javnbjóðis rættindi til tað ríkidømið, ið er ogn Føroya fólks, og staðfesta henda ognarrætt og hesi rættindi í einari nýggjari føroyskari stjórnarskipan

· at tryggja stovnsrøkt og burðardygga veiðu, við greiðum máli um at fremja virðisøking, virksemi og førleikamenning í Føroyum

· at virka ímóti, at valdið í Føroyum savnast á alt færri hondum, har ávísar pengasterkar fyritøkur og samtøk seta dagskránna í samfelagnum og eisini á tingi

· at fólkið alt stendur saman um samhaldsfasta samfelagið og virkar fyri framburði og vælferð hjá øllum

· fyri teimum grønu Føroyum, so at ferð verður sett á framleiðslu av og umleggingina til varandi orku, vernd av náttúru og styrkta umhvørvisfyrisiting

· at fáa ment og økt framleiðsluna av føroyskum matvørum

· at vísa á teir stóru møguleikar, ið liggja í royndunum at menna og vinna virðini úr okkar náttúru- og orkutilfeingi burðardygt, eitt nú við at førleikamenna og útbúgva uppvaksandi ættarlið, og í tí sambandi uppraðfesta menning, gransking, mentan og hægri útbúgving

· at styrkja og menna okkara yrkisútbúgvingar og betra møguleikarnar fyri læruplássum, soleiðis at ungdómurin í Føroyum fær møguleika at velja sær eina tíðarhóskandi, nýtímans og framtíðartryggjaða yrkisútbúgving í Føroyum

· at raðfesta førleikameting og førleikamenning av ófaklærdum

· at styrkja dagstovnaøkið og fólkaskúlan soleiðis, at hesir stovnar frá fyrsta degi menta og menna børnini at hugsa sjálvstøðugt og at verða tilvitaðar borgarar, ið skulu taka virknan lut í fólkaræðisligu menningini av samfelagnum

· har alt hetta er grundað á skynsaman og burðardyggan fíggjar- og búskaparpolitikk, ið setir kós ímóti einum sjálvbjargnun føroyskum búskapi og samfelag.

Flokstingið stuðlar av fullum huga landsstýrisfólkum og samgongu í málunum við fiskivinnunýskipan, heilsu- og sjúkrahússkipan, pensjónsskipan og føroyskari stjórnarskipan.

Vegna yvirlýsingartoymið

Vigdis Johannesen Brandar Heðinsson John Dalsgarð

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder