JN

Yvirlýsing frá 12 fakfeløgum

...

2017-11-07 17:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Yvirlýsing frá undirritaðu fakfeløgum.

Undirritaðu fakfeløg stuðla Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, ið teirra lønarsamráðingum við Fíggjarmálaráðið.

Í hesum sambandi vilja vit heita á Fíggjarmálaráðið, um at virða fría samráðingarrættin hjá hvørjum einstøkum fakfelag.

Tað má verða upp til hvørt einstakt fakfelag, undir hvørjum leisti tey leggja síni lønarkrøv fram. Um lønarkrøvini eru í krónum ella í %, má verða upp til fakfelagið ið er til lønarsamráðingar.

Fíggjarmálaráðið skal ikki føra sosialpolitik við lønarsamráðingarnar, um ikki semja er um tað. Tað má verða upp til hvørt einstakt fakfelag, at gera av hvønn lønarpolitik tey vilja føra.

S&K felagið

Heilsurøktarfelagið

Ljósmøðrafelagið

Føroya Pedagogfelag

Maskinmeistarafelag

Føroya Handverkarafelag

Felagið fyri Radiografar í Føroyum

Heilsuhjálparfelag Føroya

Bioanalytikarafelagið

Føroya Skipara & Navigatørfelag

Fysioterapeutfelag Føroya

Kost og Føðslufelagið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder