JN

Yvirkoyrdur seyður

...

2016-02-19 16:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Alt ov ofta kemur fyri, at yvirkoyrdur seyður liggur framvið vegum okkara og meiri enn so kemur eisini fyri, at hetta als ikki verður fráboðað.

Hava tygum verið so óheppin at koyra á seyð er besta loysnin fyri allar partar, at melda tilburðin til løgregluna og/ella tygara trygginarfelag. Eingin orsøk er til ikki at melda tilburðin...

Tryggingarfelagið rindar endurgjaldið fyri seyðin, men kemur skaði á bilin eisini, missir bileigarin tó bonus. Tó so at flestu bileigarar í dag hava eina skipan við føstum gjaldi og tá ávirkar tað als einki.

Tað vil siga: koyra tygum á ein seyð, sum doyr, ávirkar tað ikki bonusi um tað verður melda til tryggingina. Fyrimunurin við at melda tilburðin til tryggingina er at so fær seyðaeigarin endurgjald fyri seyðin. Tryggingin rindar eigaranum eitt ásett endurgjald fyri seyðin.

Fær bilurin skaða eisini, betalur tryggingin fyri seyðin og skaðan, men skaðin á bilin ávirkar bonusi og man má eisini betala sjálvsábyrgd, um man hevur tað. Ein bileigari ávgerð sjálvur um skaðin á bilin skal rindast av tryggingini ella ikki. Stutt sagt so er tað altíð ein fyrimunur at melda tilburðin til tryggingina.

Tekstur: Bóndafelag Føroya

BSF.fo skrivar um virðið á seyði:

Virði á yvirkoyrdum seyði hevur staðið óbroytt tey seinastu nógvu árini. Fyri at fylgja prístalinum í samfelagnum sum heild eru nýggjar útrokningar gjørdar fyri tap av yvirkoyrdum seyði. Búnaðarstovan heitir á seyðaeigarar at nýta níðanfyri standandi prísir móti tryggingarfeløgunum, skuldu teir mist seyð í ferðsluni.

 

Seinastu dagføringarnar fyri yvirkoyrdan seyð vóru í 2006. Fyri at fylgja prístalsvøkstrinum í samfelagnum er Búnaðarstovan komin til ta niðurstøðu at endurgjaldið fyri yvirkoyrdan seyð skal dagførast. Upphæddirnar á dagføringini eru grundaðar á tað álit, ið fyrrv. landsdjóralækni D. J. Bærentsen handaði Føroya Rætti í 1971. Hetta álit, sum er sett upp sum ein frymil og tískil kann nýtast óheft av tíð og stað, vilja vit nýta sum fordømi.

 

Frymilin tekur støði í hesum:

 

um 1 gjólingur misferst = 2 lomb færri at taka

um 1 gimbur ella 2v ??? 5v ær misferst = 3 lomb færri at taka

um 1 avdeyðaær misferst = 1 lamb og 1 ær færri at taka

 

Yvirhøvur vigar ein miðal avdeyðaær um 30% meiri enn eitt miðal lamb úr sama haga. Umframt sláturvirði ??? miðalvekt x kjøtprís - hevur hvør lívseyður eitt alivirði. Sleppingarlambið er úrvalt sum tað besta at bera góða íløgu til avkomið. Alivirði er munurin millum sláturvirði og søluprís á sleppingarlombum, sum vanliga liggur um 30% omanfyri mettan søluprís.

 

Eftir hesum verður virðið av:

 

1 gjólingi = 2 lomb + 30/100 lamb x kjøtprís

1 gimbur ella 2v ??? 5v ær = 3 lomb + 30/100 lamb x kjøtprís

1 avdeyðaær = 2 lomb + 30/100 lamb x kjøtprís

 

Veðrur og veðragólingur (brundur) verður mettur sama virði eins og gimbur ella 2v ??? 5v ær. Miðal lambsvekt er um 16kg, og hava vit á Búnaðarstovuni gjørt eina kanning í ár millum fleiri bøndur runt landið og eru vit komin til, at miðal kilo prísur fyri feskt kjøt er 93 kr/kg.

 

Royndarhagin hjá Búnaðarstovuni, Heygshagi, ið er ein miðal hagi, verður nýttur til grundarlag fyri miðal sláturvekt á lombum og verður vektargrundarlagið bygt á miðal sláturvekt fyri trý tey seinastu árini. Triðja hvørt ár skulu prísir regulerast í mun til prístalsstigið í samfelagnum.

 

Við hesum skal sostatt boðast frá, at prísirnir fyri yvirkoyrdan seyð í 2016 til og við 2019 eru teir, í kassanum niðanfyri standandi prísir, og verður hettar dagført við ársenda 2019.

 

Endurgjald fyri yvirkoyrdan seyð 2016 - 2019

Lamb áðrenn 20/9

=

 

1488 kr

1 gjólingur

=

2 lomb + 30% lamb x kjøtprís

3422 kr

1 gimbur ella 2-5 vetur ær

=

3 lomb + 30% lamb x kjøtprís

4910 kr

Brundur

=

3 lomb + 30% + blóðroynd, lamb x kjøtprís

5285 kr

1 avdeyðaær

=

1 lamb + 1 ær (30% hægri vekt enn lamb) lamb x kjøtprís

3422 kr


Aftur

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder