Ítróttur

Yvir 50 kvinnur hava í dag luttikið í fótbóltskappingini FC Trón Cup

...

2015-05-16 22:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Veðrið skikkaði sær væl líka til finalurnar vórðu spældar, tá hann brast á við heglingi. Hetta var tó eingin trupulleiki, tí fleiri av kvinnunum spæla úti alt árið.

Støðið var blanda líka frá fyrrverandi landsliðsleikarum til meira og minni óroyndar leikarar. Kempa var um hvønn bóltin og stemningurin var góður.

??tlanin er, at FC Trón Cup verður afturvendandi á hvørjum árið í mai mánaða. Væntast kann at enn fleiri lið verða við í FC Trón Cup komandi ár, nú flestu fótbóltsfeløgini hava sett heilsufótbólt á skránna. 

"Tær gulu fóru avstað við gullinum og FC Trón steypinum, sum er eitt ferðasteyp. KÍ gjørdist nr. 2 og HB nr. 3.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder