Síðan 2011 er talið av ferðandi umvegis Vága Floghavn økt við 90,000 ferðafólkum. 292,393 ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin í 2016 og er hetta ein vøkstur á 5,8 % í mun til 2015.
Stór framgongd í føroyskari flogvinnu
Umstøðurnar við flogvøllin eru nógv mentar seinastu árini, og eisini eru møguleikarnir at fremja --flogvinnu til og frá Føroyum og mæguleikarnir at ferðast til og frá Føroyum eru nógv mentir. Føroysk og útlendsk ferðafólk kunnu nú flúgva til fleiri ferðamál enn nakrantíð áður. Seinasta stóra frambroti var nýggi A320 hjá Atlantic Airways.
Eisini sjálv ferðavinnan hevur ment seg nógv, og tað eru alsamt fleiri tilboð til ferðafólkini, tá ið tey koma til Føroyar. Hækkaði stuðulin til Visit Faroe Islands hevur gjørt, at tey eisini hava megnað at framleitt gott tilfar, og hava góð starvsfólk, sum kunnu vegleiða ferðafólk, tíðindafólk og ferðavinnusmiðir.
Vága Floghavn í stórari menning
Vøksurin setur síni krøv til umstøðurnar við flogvøllin, og Vága Floghavn er longu í holt við, at útbyggja parkeringsøki við umleið 400 parkeringsplássum. Tað arbeiði verður væntandi liðugt í oktobur 2017.
Harumframt, so hevur Vága Floghavn í hyggju at leingja baggagubondini, og útbyggja baggaguhøllina. Eisini verður arbeitt við at útbyggja kekk inn, soleiðis at tað kann ganga enn skjótari, tá ið nógv ferðafólk skulu avstað um somu tíð.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald