2015-04-22 14:18
Nú ber til at uppliva X-Factor finaluna av nýggjum á havnalagnum í Vestmanna.
Emilie Esther, sum gjørdist vinnari av X-Factor 2015 og Jógvan Joensen sum gjørdist nr. 2, koma at framføra í stóra tjaldinum á Bátastevnuni fríggjadagin hin 15. mai.
Jógvan, sum gjørdist víðakendur í Danmark, hevur verið nógv frammi síðan X-Factor. Vinnarin av kappingini, Emilie Esther, er í løtuni á rundferð í USA. Eftir hetta leggja báðir finalistarnir leiðina til Vestmanna, har høvi verður at enduruppliva X-Factor finaluna 2015 ???live???.
Les meira á um Bátastevnuna á www.bs.fo .
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald