Politikkur

Women Deliver 2016 ??? arbeiðið fyri javnrættindum heldur fram

...

2016-05-23 08:26 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Tíðindaskriv 22. mai 2016

Í døgunum 16. til 19. vóru tingkvinnur á ráðstevnuni Women Deliver 2016 í Keypmannahavn. Hetta er fjórða altjóða ráðstevna undir hesum heitinum. Ráðstevnan verður hildin triðja hvørt ár og byggir á altjóða ráðstevnurnar undir ST, sum fyrstu ferð vóru í Meksiko í 1975. ??ti við 6.000 luttakarar úr øllum heiminum vóru í Keypmannahavn, og evnini vóru fjølbroytt, áhugaverd og í nógvum førum eisini viðkomandi fyri Føroyar.

Ráðstevnan er viðkomandi fyri øll heimsins lond og fyri allar politikarar. Ráðstevnan setir fokus á livikor hjá gentum og kvinnum í øllum heiminum sum partur av arbeiðinum við at røkka málunum, ið ST hevur sett sær ??? eisini nevnd Sustainable Development Goals.

Hetta arbeiði er eisini viðkomandi fyri okkum í Føroyum, bæði heima og sum partur av altjóða samfelagnum. Gerandisdagurin í altjóðagjørda samfelagnum krevur, at vit eru við í avgerðunum og menningini av altjóða gongdini.

Stríðið fyri javnstøðu, sum okkara formøður hava ført, hava vit skyldu til at halda fram við. Vit skulu duga at geva okkara yngru ættarliðum stafettina, tí at hóast vit eru komin langt í Føroyum í mun til londini í triðja heiminum, er tað framvegis eitt stórt arbeið, sum skal gerast. Og vunnin rættindi á javnstøðuøkinum kunnu skjótt missast.

Virðingarmest,

Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almanna- og javnstøðumálum

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsu, orku og umhvørvi

Annika Olsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, tingkvinna fyri Fólkaflokkin

Kristianna Winther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin

Katrin Kallsberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi

??luva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi

Sonja Jógvansdóttir, uttanflokka-tingkvinna

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder