Vinna

William Smith er tekniskur leiðari hjá Atlantic Airways

...

2016-12-19 23:50 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

William Smith er tekniskur leiðari hjá Atlantic Airways, vit settu honum nakrar spurningar um Airbussin og munin á A319 og A320

Jóhanna á Bergi fegnast um nýggja flogfarið og sigur at eitt kemur aftur í summar

Sí myndir frá rundvísing hjá Airbus.

Hvat er munurin á hesum og einum Airbus 319?

- Tað er sum so ikki tann heilt stóri munurin 319, 320 og 321 teir eru beiggjar, teir verða allir kallaðir 320-serian. Munurin er bara longdin, hesin nýggi airbussurin hjá okkum er 3 metrar longri enn 319. Av tí sama er so at siga einki nýtt hjá okkum at seta okkum í á tekniska økinum. Airbuss 320 tekur fleiri fólk, so hann verður tyngri.

Flogskiparin Sámal, fleyg saman við Kára.

Hvat kann airbuss 320 í mun til 319?

- Tann einasti positivi munurin á teimum er, at hesin nýggi tekur fleiri fólk. Hesin nýggi flúgvarin kann ikki flúgva líka langt sum 319.

Hvussu er hesin nýggji innrættaður í mun til 319?

- Tann einasti munurin er, at vit hava keypt eitt annað slag av stólum, vit kunnu hava 180 stólar umborð, men vit hava valt at seta 168 stólar umborð, sum ger, at beinplássi í hesum flúgvarinum er gott, segði William við JN.fo á heimferðini úr Hamburg við nýggja Airbussinum hjá Atlantic Airways í kvøld.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder