2018-03-04 12:50

Joanis Christiansen úti í Fugloy fekk ein ordans hvøkk í nátt, tá hann vaknaði við, at øll húsini skulvu.
- Vaknaði við buldur og brak á miðjari nátt, húsini skulvu øll sum tey vóru. Leyp av seingini og í túninum stóð ein bilur, sum hevði rent inn í húsahjørni, fekk drigið so frægt av klæðum uppá meg, at eg kundi fara útum.
- Komin útum síggi eg, at ein bilur hevur rent inní húsini, og ein skítfullur sjaførur og tríggir hundar sita í bilinum - sjaførurin eitt konufōlk, sum royndi at sleppa sær til rýmingar, men slapp ikki.
Les meira og síggj myndir á Portal.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald