Ítróttur

Wilbek: Sum at vakna upp aftaná eina EM-finalu

...

2014-01-19 18:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Tað danska hondbóltslandsliðið hevði tíðindafund í morgun, aftaná at hava vunnið á Spania í gjár. Dysturin í gjár kennist hjá monnunum í dag, men vit hyggja frameftir og eru sera spentir til komandi dystir, segði venjarin Ulrik Wilbek.

- Vit spældu ein rættligan góðan dyst, við fantastiskum áskoðarum. Í morgun var tað sum at vakna upp aftaná eina EM-finalu, - og so at fáa vita, at vit skulu spæla 4 dystir afturat, segði Ulrik Wilbek. 

Danska landsliðið kann nú síggja fram til, at spæla tveir dystir í millumrundini afturat, áðrenn teir helst skulu spæla semifinalu.

- Vit hopa, at vit skulu spæla 4 dystir afturat í kappingini, men tað krevur, at vit vinna á Ungarn í morgin. Men tað er einki sikkurt í hesi verð, sjálvt Liverpool missur stig av og á, so vit taka dystin í morgin sera seriøst, segði Ulrik Wilbek við einum lítlum smíli sambart sporten.dk.

Í dystinum móti Ungarn, sum skal spælast í annaðkvøld, har krevur Wilbek ein sigur.

- Ungarn hevur fyrst og fremst eina góða breidd á liðnu, teir hava kanska ikki so nógvar topspælarar, men teir hava nógvar spælarar, sum teir kunnu senda inn og skifta við. Men vit hopa sjálvandi, at við okkarar spælarum, sum dagliga spæla á sera høgum støði, at vit vinna dystin. Vit skulu vinna, tí annars er dysturin móti Íslandi avgerðani, og tað hendir vónandi ikki, vit vilja gera arbeiði liðugt í morgin.

Ulrik Wilbek segði eisini, at manglandi svøvnurin á liðnum er í løtuni stórsta avbjóðingin. 

- Tann størsta avbjóðingin er, at fáa góðan svøvn. Tí sjálvandi er man móður aftaná ein slíkan dag. Tað var ein strævin dystur. Ber tað til at sovna tá ið man kemur heim? Og fær man sovi ordiliga? Tað skal planleggjast, segði Wilbek, sum í dag hevur sent sínar spælarar til eina lítla venjing. Venjingin í dag er mest fyri at fáa gongd á aftur, segði hann og gav áskoðarnum nøkur góð orð.

- Mangla tað fimm prosent, vita vit, at teir 14000 áskoðarnir eru har fyri at geva okkum tey, tá ið vit fara á vøllin.

Ulrik Wilbek segði eisini á tíðindafuninum, at Jesper Nøddesbo ikki skal rokna við at koma aftur í hópin áðrenn dystin móti Ungarn.

- Vit hava ikki tonkt okkum at skifta út í hópinum áðrenn dystin móti Ungarn. Uttan so, at onkur verður sjúkur ella skaddur segði hann, áðrenn prátið kom inná tey nógvu straffikøstini, sum blivu dømt í dystinum millum Danmark og Spania.

- Eg haldi sjálvur, at tey vórðu ov nógv. Eg haldi, at linjan er ov hørð. Bæði til straffikøstini og útvísingarnar. Men um tað er linjan, mugu vit spæla hareftir.

Kelda sporten.dk.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder