2016-11-25 14:34
Black Friday, jólatrø, tónleikur og jólasøla
Jólini nærkast og tað merkist eisini í mongdini av tiltøkum hetta vikuskiftið.
Rákið við altjóða handilsdegnum Black Friday ella svarti fríggjadagur er eisini komið til Føroyar og hevur svarta rákið nú eisini rakt handilslívið í Vágum. Svarti fríggjadagurin er dagurin tá jólasølan av álvara byrjar og handlarnir í Vágum spenna seg út í dag við svakligum prísum. Handlarnir Sorella, John Poulsen, Urðsmiðjan, Frítíðarklæðir og hjá Sannu hava nógv góð tilboð á skránni í allan dag til kl. 20.00 í kvøld. Harumframt hevur Nest gjørt eina serliga matskrá fyri dagin, við nógv niðursettum prísum.
Hetta er eisini tíðin tá jólatrøini í teimum ymisku bygdunum verða tendrað. Sørvágs kommuna leggur fyri í dag í Gásadali kl. 17, í Bø kl. 18 og Sørvági kl. 19. Tað verður Marjun í Kálvalíð, prestur sum talar og Sørvágs tónleikarafelag tekur sær av tónleikinum. Í øllum bygdunum bjóðar kommunan okkurt gott aftaná.
Leygardagin 26. november er tað Vága kommuna sum stendur fyri tørni at tendra jólatrøini í bygdunum. Byrjað verður í Vatnsoyrum kl. 15, í Miðvági kl. 16 og í Sandavági kl. 17. Tað verður David Johannesen, prestur sum talar og Sørvágs tónleikarafelag spælir og gentur ganga Lucia. Vága kommuna bjóðar eisini okkurt gott aftaná hvørt tiltak.
Í bygdarskúlanum í Miðvági verður jólasøla og loppumarknaður, har møguleiki er at leiga sær eitt borð at selja ymiskar lutir. Vága dansifelag tekur sær av søla av kaffi og kaku, peningurin sum kemur inn fer til luttøku í Barnlek sum verður í Klaksvík í juli 2017.
Nógvur tónleikur er eisini á skránni hetta vikuskiftið. Leygarkvøldið skipa Vága tónleikarafelag og VisitVágar fyri konsert við Konni Kass í Listastovuni. Fyrsta útgávan hjá Konni kom á marknaðin fyrr í mánaðinum og fekk hon 5 av 6 stjørnum í Kvørnini. Harumframt varð hon tilnevnd á Reeperbahn Festival International Music Award 2016 sum eitt av nýggju serstakliga gávuríku stjørnuskotunum.
Tveir spírandi vága bólkar fara at hita upp fyri Konni Kass, tað verða Best Band in the World (BBiW) og The Cold Nation. Hetta eru bólkar sum vit koma at hoyra nógv til í framtíðini.
Aftaná konsertina við Konni Kass, er onki betri enn at leita sær inn á Gamla Hotelli í Miðvági har tað verður uppruna vágasound á skránni. Vágaverk, við Jóan Jakku Guttesen og Sámal Ravnsfjall, fara at undirhalda við øllum tí góða sum eyðkennir vágasoundið.
Fyrsta sunnudag í advent verður jólakonsert konsert í Bíggjar kirkju, tá Vágakórið fer at syngja jólini inn. Kórið telur 40 sangarar og kórleiðari er Sámal Matras Kristiansen
Skráin fyri jólamánaðin byrjar at taka skap, men enn eru pláss fyri fleiri tiltøkum, og fólk og feløg eru vælkomin at siga VisitVágar frá, so taka vit tað við. Inni á kalendaranum á What???s on Vágar á facebook sæt hvørji tiltøk eru komin á skránna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald