Vinna

WeTravel hevur vegna WeTour gjørt avtalu við Visumservice í Danmark

...

2019-02-20 16:37 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
WeTravel hevur í dag vegna WeTour, gjørt samstarvsavtalu við Visumservice í Danmark. Hetta merkir, at ta?? nú verður møguligt hjá føroyingum at søkja um visum til lond kring allan heimin ígjøgnum WeTravel/WeTour. Avtalan er gjørd við tí fyri eyga at bjóða øllum føroyingum eins góðar treytir sum danir. WeTravel/WeTour verður umboð hjá Visumservice, t.v.s. atgongd verður til somu skipan, sum bjóðar hetta til ein kappingarføran prís.

Fyrst og fremst snýr hetta seg um at bjóða fólki tryggar og góðar karmar, tá søkt ver??ur um visum. Vit vita av álvara, hvussu umráðandi tað er, at alt er 100% í lagi, tá søkt verður. Sjálvt minsti feilur kann fáa stórar avleiðingar fyri ferðandi, um tey standa í kontrollinum á veg inn í landið, og alt ikki er rætt gjørt. Tí eru vit sera væl nøgdir vi?? avtaluna og spentir uppá at bjóða hendan møguleika við helst sterkasta visumveitara í danska kongaríkinum. At ta?? so kann gerast fyri ein sera kappingarføran prís, tad er bara eitt pluss, siga Niels Juel Nolsøe og Jacob Slyne, sum í hesum døgnum eru í Danmark í samband við avtaluna.

1. mars 2019 flyta WeTravel og tey tvey starvsfólkini, sum í løtuni arbei??a har, í nýggj og størri hølir í Dr. Jakobsensgøtu 3, beint yvir av FK í miðbýnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder