2016-02-18 13:19
Aftur í ár prýðir Wenzel ljósabláu troyggjurnar hjá Víkingi. Jógvan Højgaard stjóri hjá Wenzeli og Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi hava skrivað undir avtaluna, ið merkir, at Wenzel er høvuðsstuðul hjá stórliðnum í Eysturkommunu.
Wenzel umboðar nógv virdu bilmerkini Volvo og Ford, ið bæði leggja seg eftir altíð at veita høga góðsku, tí er eitt samstarv við Víking upplagt.
Liðið er málrættað og framsøkið, og ætlar sær sjálvsagt aftur í ár at kappast í toppinum. Víkingur hevur víst í verki, at hetta er eitt av bestu liðunum í Effodeildini og kappaðist í fjør heilt í toppinum.
Hjá Wenzeli gleða vit okkum aftur í ár at fylgja Víkingi í stríðnum um meistaraheitið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald