
Aftur í ár er eitt sera væl eydnað tiltak "Harmonikutreff í Fuglafirði 2017" farið aftur um bak. Tað er "Fuglafjarðar Harmonikufelag" við Sólgerð Andreassen samskipara, sum stendur fyri treffinum.
??ll, sum keyptu armbond, vóru við í lutakastinum um eina ferð fyri tvey, harmonikutúr til Spania í vár við Sólorku. Hepni vinnarin av ferðini var Karmald Djurhuus úr Vági. Eydnutalið var nr. 333.
Hilda og Karmald úr Vági gjørdust tey fyrstu á listanum til Harmonikuhugnan hjá Sólorku í mai 2018. Karmald Djurhuus gjørdist hepni vinnarin av sólorkuvitjanini fyri tvey næsta vár.
Tá ið Sólorka herfyri boðaði frá "Harmonikuhugnanum í Spania" nú í oktober, vórðu øll setrini í Airbussinum fullteknað eftir einari løtu, og bíðilisti er enn til at sleppa við. Sólorka tók tí avgerð um at skipa fyri enn eini "Harmonikuvitjan" til várs. Tilgongdin fram til hesa setuna varð skotin í gongd á Harmonikutreffinum í Fuglafirði. Og tað við manér, tá ið Karmald vann sólorkuvitjanina við ferðing, uppihaldi og undirhaldi fyri tvey, við virði á uml. 20.000 kr.
Vit ynskja Karmald og Hildu hjartaliga til lukku og gleða okkum at síggja tey í sólini í Spania.
Tey, ið ynskja at koma á listan til Spania í góðari tíð, kunnu ringja á tel. 505252.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald