Vinna

Vónin byggir nýtt trolvirki í Fuglafirði

...

2017-03-23 17:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Vónin hevur arbeitt við ætlanini um at byggja eitt nýtt trolvirki í Fuglafirði í eina tíð, og mikudagin undirskrivaði so stjórin á Vónini Hjalmar Petersen ein byggisáttmála við J&K Petersen.

Vónin hevur hildið til innasta á havnarlagnum í Fuglafirði, men kemur nýggja høvuðssætið hjá Vónini at liggja uttast á havnarlagnum.

Nýggi bygningurin verður 115 mtr langur og 18 mtr breiður, og kemur hann at vera munandi betri útgjørdur enn núverandi bygningurin. Harafturat kemur ein tilbygningur har umsitingin skal halda til.

Virksemið hjá Vónini er voksið nógv tey seinastu árini, og var tíðin komin til at fáa eitt nýtt nútíðar trolvirki í Fuglafirði. Deildin hjá Vónini í Fuglafirði framleiðir og umvælir fiskireiðskap til uppisjóvarflotan, og koma vit við hesum nýggja bygninginum at fáa munandi betri umstøður. M.a. fara tær flestu umvælingar av trolum, sum vit í dag gera á gamla Leirvíksvegnum, at vera gjørdar í tí nýggja bygninginum???, sigur Hjalmar Petersen

Í samband við hesa bygging kemur Vónin eisini at gera eina tíðarhóskandi goymslu til trolreiðskap, har møguleiki verður hjá kundanum at goyma allan teirra trolreiðskap á einum stað. Hendan goymslan kemur at vera aftanfyri bygningin inn móti fjallinum.

Bygningarnir har Vónin heldur til í dag kemur Framherji partvís at yvirtaka. Tó skal Vónin framvegis hava alt nótaarbeiðið í tí sokallaða nótavirkinum.

??tlanin er at nýggja trolvirkið skal standa klárt 1. mars 2018.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder