Hevur tú fingið sjúku at bera og óttast tað, ið kann henda?
Hevur tú uppliva hjúnaskilna og kennir teg eina?
Hevur tú mist ein kæran og upplivir sorg og sakn?
Jú, undan jólum eru vit nógv, sum kenna til sorg og sakn. Og at syrgja og at sakna eiga vit at gera, men er nøkur troyst og nøkur hjálp at heinta?
Syrg! Men syrg við vón. Tí tað er vón!
Komandi sunnukvøld - 4. sunnudag í advent! - kl. 20.00 verður skipað fyri gudstænastu í Vesturkirkjuni, sum er ætlað at møta tær, har tú ert, við V??N! Vónin kann geva frið og birta nýggja gleði! Gudstænastan ber tí heitið V??NARgudstænasta.
Á skránni verður bíbliulestur, sangur, tala, bøn, altargongd og forbøn. Drekkamuður verður eisini í kjallaranum aftaná.
Tað eru prestarnir í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, sum eftir áheitan frá fólki, sum kenna sorg, hava tikið stig til hesa gudstænastu.
Jesus sigur:???Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.???(Matteus-Evangeliið 11,28).
Væl møtt í Vesturkirkjuna nú áðrenn jólini stunda til. Tí tað er vón!
Vælkomin!
Mentan
V??NAR-gudstænasta í Vesturkirkjuni sunnukvøldið
...
2014-12-18 14:40
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald