JN

Vón sleipaði ein bát til lands í gjárskvøldið

...

2017-09-06 06:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinnapartin í gjár fekk MRCC eina fráboðan um, at ein bátur hevði fingið gear-trupuleikar norðanfyri. MRCC sendi bjargingarbátin hjá Eiðis bjargingarfelag eftir bátinum. 

Vón fór av Eiði klokkan 17:30, og setti kós móti bátinum, sum var umleið 5 fjórðingar norðurfyri Gjógv. Vón var hjá bátinum 17:50, og fór síðani undir at sleipað bátin til Eiðis. Vón var á Eiði við bátinum klokkan 20.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder