Ítróttur

Vøllurin í Hoyvík tikin í brúk

...

2017-06-09 17:52 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Tað segði Annika Olsen, borgarstjóri, m.a., tá Hoyvíksvøllur alment varð tikin í nýtslu seinnapartin.


Annika Olsen segði, at hetta er ein stórur dagur fyri Hoyvík, hetta er stórur dagur fyri alla Tórshavnar kommunu. Tó at Hoyvíkin er kend sum sigursvand hondbóltsbygd, so er ynskið um fótbóltsvøll í Hoyvík gamalt.

- Tað er í tøkum tíma, at vøllurin nú kemur, tí niðri í Gundadali fær Giza Hoyvík ikki bygt upp seg upp og skapt tann samleika millum fólkið her á staðnum, ið er so týðandi fyri virksemið.

- Fótbólturin í Hoyvík fær nú umstøður at blóma á sama hátt, sum H71 hevur gjørt.

- Hoyvíkin veksur. Her er ítróttarhøll og tveir stórir fólkaskúlar, og vistu tit, at tað í Hoyvík búgva yvir 1.000 børn og ung í aldrinum 5 til 17 ár, gentur og dreingir? Jú, so er. Hetta svarar til umleið 90 fótbóltslið.

- Og tað er tí einki at ivast í, at bæði hondbólturin og fótbólturin í Hoyvík hava eitt gott grundarlag at menna báðar ítróttagreinirnar og búgva ungdómin við øllum teimum góðu menniskjansligu eginleikunum, ið ítróttin gevur ??? felagsskap, áræði, samleika, ja, virðini, ið ítróttin gevur bæði ungum og vaksnum, eru so mong.

- Tað verður spennandi at fylgja gongdini hjá hoyvíkingum. Siðvandu feløgini í Gundadali hava leingi átt Havnina og verið sterkastu fótbóltslið í Føroyum. Men einki er at ivast í, at við góðu karmunum og vaksandi fólkatalinum í Hoyvík, so fer hesin býarparturin veruliga at bjóða teimum av.

- Góðu tit øll ??? tað er stórt tak hjá kommununi at gera íløgur sum hesar. Trýstið á vøllirnar er sera stórt, og sama ger seg galdandi í mun til ítróttarhallirnar. Kommunan byggir í løtuni tvær ítróttahallir og tann triðja verður bygd saman við Skúlanum á Fløtum.

- Íløgur í ítrótt geva meining. Tær skapa gleði, trivnað, fólkaheilsu kropsliga so væl sum sálarliga. Tær skapa ein týdningarmiklan sosialan samanhang.

- Leingi varð umrøtt, hvar í Hoyvík nýggi vøllurin skuldi liggja. Full semja var ikki um tað, men avgerð varð tikin um at byggja hann her uppi við Skúlan á Løgmannabreyt.

- Her liggur hann høgt, og onkur kann óttast fyri, at her er veðurhart. Vøllurin er tó lagdur væl niður í lendið og fær ávísa lívd eisini av bygningum.

- Hetta er tó bert vøllurin, sum nú stendur liðugur. Krøv eru eisini til kringumstøður bæði til leikarar og áskoðarar. Kommunan ásannar hetta og fer saman við felagnum at gera ætlan fyri, hvussu hetta kann gerast.

- Hoyvík er býarpartur við fleiri enn 4.000 fólkum, og tí sømir tað seg eisini at hava ein veruligan fótbóltsvøll her á staðnum.

Annika Olsen takkaði P/F J&K Petersen, sum hevur staðið fyri øllum tí stóra jørð- og grótarbeiðnum umframt planering og øðrum. Slættað og asfalterað hevur Sp/f HJ Asfalt, og Laiderz Aps., ið bygdasonurin Ásvald Simonsen stendur fyri, hevur lagt graslíkið og sett málini v.m. upp. HMP Consult hevur prosjekterað vøllin og LBF hevur havt ráðgeving og eftirlit.

Hon takkaði eisini Fótbóltssambandi Føroya, ið hevur veitt kommununi fíggjarligan stuðul til verkætlanina, og ikki minst fekk Giza Hoyvík eina tøkk fyri gott samanspæl við kommununa.

Borgarstjórin endaði við vegna Tórshavnar býráð ynskja øllum til lukku við hesum vakra og grøna vølli við ynski um, at felagsvirksemið og fótbólturin í Hoyvík fer at blóma ungdóminum at frama.

Og at enda kom ein heilsa til Giza Hoyvík:

??? Nú er felagið komið heim! Heima er best. Eg ynski tykkum blíðan byr í týdningarmikla arbeiði tykkara, segði Annika Olsen, borgarstjóri, at enda.
















Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder