JN

Vøkstur í ferðsluni

...

2015-12-04 00:09 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Frá januar til november í ár koyrdu íalt 628.863 akfør í Vágatunlinum, í mun til 619.267 akfør sama tíðarskeið 2014. Hetta svarar til ein vøkstur á 1,5%. Miðalferðslan hevur sama tíðarskeið verið 1.883 akfør pr. døgn frá jan. til nov. 2015.

Sama tíðarskeið í Norðoyatunlinum koyrdu 824.154 akfør ella í miðal 2.468 pr. døgn. Fyrstu 11 mánaðirnar 2014 koyrdu 774.441 akfør. Sostatt er talan um ein vøkstur á 6,0% frá 2014 til 2015.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder