Havnar Framburðsfelag boðar hervið frá, at Vivie Kirke Davidsen stillar upp fyri Fólkaflokkin til býraðsvalið í Havn.
Vivie er 39 ár og er búsitandi í Tórshavn. Hon er útbúgvin Bsc. í lívfrøði á Fróðskaparsetur Føroya og cand. Scient í human ernæring frá Keypmannahavnar universiteti. Í løtuni tekur hon diplomútbúgving í leiðslu.
Viðkomandi royndir: málsviðgeri á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Tey síðstu 6 árini hevur Vivie starvast sum umhvørvismálsviðgeri á tekniska økinum hjá Tórshavnar kommunu og hevur sostatt royndir í at arbeiða í einari politiskari skipan. Vivie hevur eisini verið nógv aktiv innan ítróttarøkið bæði sum íðkari og venjari.
Vivie hevur breiðan áhuga í fólkaheilsu- og umhvørvisøkinum, og vil arbeiða fyri , at hesi øki verða raðfest fíggjarliga:
-at allir borgarar hava møguleika at fáa góða føðslu og nokk av rørslu
-fyribyrging av dálkingum til frama fyri einum reinari umhvørvi og betri heilsu hjá borgarunum
-at styrkja eldraøkið við at implementera ein føðslupolitikk og greiðar mannagongdir fyri at viðlíkahalda heilsuna hjá eldri borgarum.
-at stuðla undir betri umstøður fyri børn á dagstovni við kostpolitikki og betri normeringum.
Havnar Framburðsfelag???
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald