Politikkur

Vitjunartænasta í Vágum

...

2016-10-26 17:37 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Reyði Krossur Føroya, Vága kommuna og Sørvágs kommuna eru í dag farin inn í eitt konstruktivt samstarv, um at seta á stovn vitjunartænastu í Vágum.


Nú samfelagshjólini mala so skjótt sum ongantíð áður, og tað gongur framá við fúkandi ferð í búskapinum og fólkatalið í landinum økist fyri hvørt ár, er tað ein bólkur í samfelag okkara, sum tykist gloymdur.

Tað eru tey, sum ikki hava so lætt við at koma út millum fólk og tí mangan sita eina og hava lítið og einki at gleða seg um í dagligdegnum.

Mangan er talan um fólk, sum eru illa gongd og ikki sleppa út fyri dyr, men eisini kann talan vera um fólk, sum ikki koma sær at vera millum nógv fólk og eisini tey, sum tey nærmastu ikki taka sær stundir at vera saman við, ella hava møguleika til tess.

Tað eru hesi einsamøllu, vitjunartænastan ynskir at røkka og skapa nærveru og eitt hugnaligt prát, sum kann hjálpa móti einsemi. ??ll fáa gleði av góðari samveru ??? bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan.

Kommunurnar arbeiða nú við at finna kontaktpersónar, sum kunna finna vitjunarvinir og síða samskipa vitjunartænastuna

Visitator í Heimatænastuni hevur, sum er, samband við fólk, sum kundu hugsað sær vitjanir. Hon kemur at kunna víðari um tilboðið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder