JN

Vitan og vøkstur

...

2015-08-07 22:59 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

?? ár kundi Fróðskaparsetrið halda 50 ára føðingardag. Hugaligt er at staðfesta, at okkara hægsti vitanarstovnur alsamt mennist við methøgum tali av lesandi og fjølbroyttari útbúgvingarskrá.

Vit hava skyldu at menna okkara Fróðskaparsetur, men tað er eisini neyðugt, at vit tora at hugsa øðrvísi og nýtt. Vinnan hevur brúk fyri vitan, og vitanin hevur brúk fyri vinnuni. Vit hava óteljandi dømi um, at tá samanspælið millum vitan og vinnu er gott, náa vit teimum bestu úrslitinum. Besta dømi er makrelsamráðingarnar við ES og Norra. Føroyar høvdu rætt til at fáa størri part av makrelkvotuni og fyri at náa hesum úrsliti var neyðugt við eitt nú hollari løgfrøðisligari vitan. Hesa vitanina átti vit tíbetur í Føroyum, og lítið er at ivast í, at okkara sterka embætisverk og samráðingartoymi eisini eigur stóran lut í, at vit rukku so góðum úrsliti við makrelsemjuni.

I dag kunnu vit fegnast um, at føroyski búskapurin hevur fingið 1 milliard í øktum inntøkum av pelagiska tilfeinginum. Men vit hava skyldu til at virðisøkja hetta tilfeingið, og hetta má vera aðalmálið í nýggju fiskivinnunýskipanini. Her eigur Fróðskaparsetrið at fáa ein týðandi leiklut, so samanspælið millum vinnuna og virðisøking av okkara tilfeingi hongur tætt saman við vitanini og granskingini á Fróðskaparsetrinum. Vinnugransking, virðisøking og innovatión innan fyri okkara høvuðsvinnnu skal tískil styrkjast á okkara hægsta vitanarstovni.

ggj﷽﷽﷽﷽﷽﷽﷽ri leiklut, juridiskesvinnuna er gott, nrðsøking hongur tætt saman við vitanini og granskingini ingið og virðisøkja ta

Vit eiga somuleiðis at raðfesta útbúgvingar, sum eru týdningamiklar fyri tað føroyska samfelagið.

Hetta kom eisini fram í uttanhýsis eftirmetingini av Fróðskaparsetrinum í vár. Har varð mælt til, at raðfesta útbúgvingar innan tænastuvinnuna og bjóða útbúgvingar út, sum t.d. ferðavinnan eftirlýsir. Slíkar útbúgvingar kunnu eisini setast saman við traditionellum útbúgvingum sosum búskaparfrøði. Sostatt kann útbúgving og vitan og vøkstur og vinna ganga hond í hond til tess at tryggja ein sunnan og burðardyggan búskaparvøkstur.

Annika Olsen

Valevni Fólkafloksins til løgtingsvalið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder