Vit vilja hjálpa flóttarfólki har tey eru, heldur enn at taka tey til Føroyar
Vit hoyra dagliga um ræðuleikar úti í heimi, har fólk verða forfylgd, pínd og mong eru tey sum mugu lata lív, vegna teirra trúgv, av politiska orsøkum ella etniskum uppruna.
Hesi fólk hava brúk fyri hjálp og vit eiga eisini at veita teimum meira hjálp, enn vit geva í dag.
Tað hevur verið frammi í almennum kjaki, at vit Føroyingar eiga at taka flóttafólk heim til Føroya.
Fólkaflokksins støða er at vit vilja hjálpa flóttafólki har tey eru, heldur enn at taka tey til Føroya.
Tað er ongini ivi um, at vit sum eitt lítið og á mangan hátt, sárbart samfelag, kunnu geva munandi meir hjálp fyri pengarnar, um vit hjálpa flóttafólki har tey eru.
Eisini í hesum máli hevur Fólkaflokkurin eina greiða støðu.
Jákup Mikkelsen, valevni Fólkaflokksins
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald